Neyðarrópini verða fleiri og fleiri

Nú verður uppskot lagt fyri Løgtingið um at tryggja, at handilsfólk ikki misbrúka støðuna og taka sær órímiliga stóran vinning

Neyðarrópini gerast fleiri og fleiri og í fleiri familjum er neyðin long ein óhugnaligur gestur. Tað heldur Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin.

 

Tí fer Miðflokkurin nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at stovna eitt føroyskt príseftirlit.

 

Hesa seinastu tíðina eru heilt nógvir prísir nógv hækkaðir, bæði prísurin á matvøruprísum, brennievni, streymi og øðrum neyðsynjarvørum, umftamt prísurin á byggitilfari, og øðrum.

 

Miðflokkurin er sannførdur um, at ein av orsøkunum til, at prísirnir eru hækkaðir, er, at vit onki príseftirlit hava og ein bráðneyðugur purningur er, hvussu vit kunnu forða fyri, at handilsfólk seta órímiliga høgar prísir á.

 

– Dagsins veruleiki vísir týðiligari og týðiligari, at tað er veruleikafjart at siga, at kapping í vinnuni er besti mátin at halda prísinum niðri, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum.

 

– Tí er tað avgerðandi neyðugt at seta á stovn eitt príseftirlit, sum til fulnar røkir hesar uppgávur, sigur Miðflokkurin. Og tí leggja tey nú uppskot fyri Løgtingið um at fáa ett eitt príseftirlit á stovn.