Stjórin í flogfelagnum Ryanair, Michael O'Leary, ber orð fyri at hava sínar egnu og mangan umstríddu hugsanir um ymisk viðurskifti í sambandi við flogferðslu. Nú er hann aftur á breddanum við boðum um, at tað er fullkomiliga óneyðugt at hava trygdarbelti í flogførum, og at felag hansara ætlar at bjóða fólki bílig standipláss í flogførunum.
-Tú hevur ikki brúk fyri trygdarbelti, tá tú koyrir við undirgrundartoki í London, tí fer eitt tok av breytini við 160 kilometra ferð, er eingin vón um lív, sigur Michael O'Leary og sipar til, at trygdarbelti gera onga nyttu, tá eitt flogfar dettur niður.
Ryanair hevur sent teimum evropeisku loftferðslumyndugleikunum eitt uppskot um loyvi at selja fólki sera bílig standipláss í flogførum felagsins. Eygleiðarar vænta ikki, at uppskotið fær góða móttøku, tí higartil hava loftferðslumyndugleikarnir ikki viljað slept kravinum um, at ferðafólk skulu sita í trygdarbelti.
Ryanair sigur, at fær felagið loyvi til at brúka standipláss, verður tilboðið bara galdandi fyri farleiðir í Evropa, har lítil turbolensur er.
Michael O'Leary dugir ikki at síggja nakran vanda í at broyta reglurnar. Í hansara eygum er eitt ferðamannaflogfar ikkii annað enn ein bussur við veingjum, sigur hann.