Neyðugt við savinnu

Aftur eitt álit er gjørt um útbúgving, skúla og gransking. Tilsamans eru nógv álit og nógvar frágreiðingar gjørdar, men vónandi fær hetta nýggj álitið betri byr enn fleiri av teimum undanfarnu álitunum. Bæði um skúla og onnur evni. Tey hava neyvan elvt til tað ætlaða orðaskiftið, og ofta er ov lítið ítøkiligt komið burturúr. Og tað er spell, tí nógv orka verður løgd í slík arbeiði, og harafturat kosta tey eisini nógv.

Alt fleiri og fleiri føroyingar ásannað, at tað er tvingandi neyðugt við einum góðum skúla, góðum útbúgvingarmøguleikum og samskipan millum útbúgvingarstovnar og føroyska vinnulívið. Hetta hevur í alt ov stóran mun skortað, og tíverri hevur hugurin fyri tí útbúgving, sum hevur beinleiðis samband við høvuðsvinnu okkara, verið ov lítil. Hugsað verður Fiskivinnuskúlan, sum partvíst ikki hevur havt nóg stóra tilgongd, og sum partvíst ikki hevur fingið serligar umstøður frá politiska myndugleikanum


Tað nýggja álitið leggur dent á spurningin um útbúgving, vinnulív og gransking. Granskingin í Føroyum er ikki rættiliga umfevnandi, og tað almenna rindar ta gransking, sum er í dag. Í øðrum londum fíggjar vinnulívið stóran part av granskingini. Í Íslandi - sum er ein fyrimynd hjá nógvum av okkum - rindar vinnulívið heili 35 prosent av tí peningamongd, sum verður brúkt til gransking. Í Føroyum hevur størsti parturin ikið á knøunum í mong ár, so neyvan er nógvur peningur at heinta har, men vónandi verður føroyska vinnulívið meiri kapitalterkt, so tað fær ráð til at fíggja gransking, eins og vinnulívið sær tað neyðuga í, at tað verður granskað.


Á summum økjum hava vit verið frammarliga. T.d. útfluttu vit elektroniskar skipanir, sum vóru ætlaðar til stýringina á fiskavirkjum, fyri skjótt fleiri árum síðani, men so kom stígur í. KT-vinna og fiskivinna eru júst øki, har vit áttu at lagt alla orku í, bæði viðvíkjandi útbúgving og gransking.


Men tá hetta er sagt, so skal leggjast afturat, at so er eisini neyðugt at fáa útbúgvingar- og skúlaverkið at "koyra betri". Allar trætirnar og allir trupulleikarnar innan hetta økið tað seinasta økið, fremur ikki júst álit á føroyska skúla- og útbúgvingarverkið, ella teir politikkarar, sum hava ábyrgdina á hesum øki. Hesin trupulleikar hava brotið meiri niður, enn teir hava eggjað til nýhugsan. Vend má koma í, og vónandi verður orðaskiftið á tingi og í fjølmiðlunum fruktagott.