Neyðugt við politiskum átøkum

Umhvørvistrupulleikarnir hvørva ikki.

Sambært tølum úr Umhvørvisstovuni, er samlaða vakstrarhúsgassið fyri Føroyar nú størri enn tað var í 2005. Nógv tann størsti parturin av vakstrarhúsgassinum stavar úr dálkandi brennievnum – sum olju og burturkasti. Tey svara til góð 91 prosent av samlaða vakstrarhúsgassinum, harav fiskiskip eiga ein triðing av øllum útlátinum.

 

Ragnheiður Bogadóttir, nevndarlimur í Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag og adjunktur á Fróðskaparsetrið Føroya, vísir á, at kjakið um veðurlagsbroytingar eigur at gerast víðfevndari, skulu vit koma avbjóðingunum til lívs.

 

- Í alt ov stóran mun bíða vit eftir, at tøknin loysir umhvørvistrupulleikarnar fyri okkum. Hyggja vit at tølunum fyri Føroyar, so stendur fiskivinnan til dømis fyri stórum parti av útlátinum, men hóast tað, kjakast vit nærum bara um at skifta bensinbilarnar út við elbilar, ella at fáa fleiri vindmyllur, sigur Ragnheiður Bogadóttir.

 

- Tað er neyðugt við politiskum átøkum, og tað er neyðugt við økonomiskum sanktiónum og insitamentum í politiskum uppskotum, soleiðis, at dálkandi virksemi ikki kann svara seg, meðan tær umhvørvisvinarligu loysnirnar kunnu, sigur Ragnheiður.

 

Til ber at lesa alla greinina í Vikuskiftissosialinum, sum eisini fæst til keyps her