Neyðugt við oljustuðli

- Vit eru um at endurvinna okkara stoltleika og kensluna av fríheit, og vit hava lært at liva við treytunum í okkara fiskivinnu. Nú er tað nógv dýrkaða oljan, sum órógvar Tað sigur fiskiskiparin í Hundested í Danmark, Steen Jørgensen, sum eisini er fakfelagsmaður hjá donskum fiskimonnum.

- Neyðugt er við onkrum smáum tillagingum her og har í fiskiveiðiskipanini. Annars gongur tað ógvuliga væl, og friður er við at leggja seg yvir donsku fiskivinnuna aftur.

Steen sigur, at hann eftirhondini hevur vant seg við nýggju fiskiveiðireglurnar, sum komu í gildi fyri skjótt einum ári síðan. Tað hava hansara bátsfelagar eisini.

Men nú eru tað oljuprísirnir, sum órógva - og hótta.

- Prísirnir á diesel eru tvífaldaðir seinastu 3-4 árini. Soleiðis eru útreiðslurnar fyri hvørt kilo av fiski, vit veiða, eisini nógv øktar. Hetta er helst størsti trupulleikin hjá fiskivinnuni í løtuni, sigur Steen Jørgensen.

Hann heldur, at onkrir møguleikar eru, sum kunnu minka um oljunýtsluna og nevnir, at framleiðarar nú eru farnir at gera størri skúvur til skip og bátar.

- Stórar skrúvur hava størri tóvmegi og brúka minni olju. Eg vænti, at vit kundu minkað um okkara oljunýtslu úr 30 litrum um tíman niður í 20 litrar um tíman við eini størri skrúvu.

Men hetta er ikki nóg mikið, leggur hann aftrat.

- Fiskivinnuni á sjónum tørvar stuðul til orku, um hon skal yvirliva. Vit hava verið ímóti stuðli, tí hesin gongur ímóti okkara stoltleika og fríheit sum fiskimenn. Men nú síggja vit, at stuðul er neyðugur, um vit í longdini skulu megna at yvirliva, sigur danski fiskiskiparin við danska Dagbladet.