Longu klokkan ellivu fyrrapartin í morgin verður fyrsta bríkslið í U21 landsdystinum ímóti Aserbajan, sum verður spældur á Svangaskarði.
Aserbajan telist ikki millum fremstu fótbóltstjóðirnar í Europa. Á FIFA listanum er a-liðið styrkismett at vera nummar 115. Í hesi EM undankappingini hevur liðið tapt allar tríggjar ferðirnar: 4-1 á útivølli og 2-0 á heimavølli ímóti Grikkalandi og 3-2 í Kroatia.
Kortini man lítil ivi vera um, at talan verður um ivaleysa stóran bita hjá føroyska liðnum at gloypa.
- Teir eru í 3-5-2 uppstilling. Konseptið er, at teir royna seg við longum sendingum av egnari hálvu og fram til teir báðar stóru fremstu menninar, veit annar av føroysku venjarunum, Bill Jacobsen, at siga.
Stór útskifting
Sammett við undanfarnu ferðirnar hava stórar útskiftingar verið í føroyska hópinum. Serliga meint er tað í verjuni, at Einar Hansen og Jóhan Troest Davidsen eru fluttir upp á a-liðið, at Jónas Þór Næs er leikbannaður, og at Pætur Jørgensen er skaddur. Sam Jacobsen, sum loysti Jóhan Troest Davidsen av seinast, hevur givið avboð.
Longri frammi á vøllinum eru avboð frá Boga Løkin, sum er á námsferð, Christian R. Mouritsen, sum framvegis er skaddur, og Páll M. Joensen sum eisini er skaddur.
Hetta ber við sær, at tað verður neyðugt við so at siga spildurnýggjari verju frammanfyri Gunnar Nielsen. Poul Thomas Dam er tann einasti verjuspælarin, sum frá undanfarnu ferðunum framvegis er tøkur.
- Soleiðis eru treytirnar. Vit mugu dúva upp á teir, sum eru tøkir og hava hug at umboða føðilandið, og vit hava gott mót, tí tað eru framvegis so at siga bara Formulaspælarar, sum fara á vøllin, sigur Bill Jacobsen.
Tað kann gott vera, at føroyska liðið fer at síggja umleið soleiðis út í morgin: Gunnar Nielsen – Magnus Olsen, Sven F. Jacobsen, Poul Thomas Dam, Jóhan V. Gunnarsson – Gudmund Nielsen, Kristoffur Jacobsen, Ólavur í Ólavsstovu, Emil Nolsøe Leifsson, Levi Hanssen – Arnbjørn Hansen.
Á beinkinum verða so: Símun Rógvi Hansen, Fritleif í Lambanum, Teitur R. Joensen, Ásbjørn V. Gunnarsson, Leif Niclassen og Frank Poulsen. Eftir mongu skaðarnar og avboðini eru tað seytjan spælarar, sum búgva á sjómansheiminum í Klaksvík og hava vant á Svangaskarði.
Seinnapartin í dag skuldi U-21 landsliðið fara útferð í Kalsoynna, um veðrið var til vildar. Mikudagin klokkan 15 skal landsliðið spæla í Kroatia. Tá verður Jónas Þór Næs tøkur, og tað er eisini ein møguleiki hjá venjarunum at senda boð eftir onkrum, sum í hesi vikuni er við U-19 landsliðnum í Bulgaria.









