Neyðugt við nýggjari lóggavu um fosturtøku

Andrias Petersen, løgtingslimur og kommunulækni, heldur, at fosturtøkulóggávan frá 1956 ikki fylgir við tíðini. Hann metir, at fosturtøkulóggávan skal endurskoðast, so hon stendur í mát við tíðarandan í dag.

Løgtingslimurin og kommunulæknin í Norðagøtu, Andrias Petersen, heldur, at tíðin nú er búgvin til nútímansgera fosturtøkulóggávuni frá 1956. Hann gongur tí móti ætlanini hjá landstýrismanninum í heilsumálum, Bill Justinussen, ið hevur sent kommunulæknunum skriv um, at teir skulu fylgja lógini meira nágreiniliga. Galdandi lóggáva í Føroyum er frá 1956, og sambært Andriasi Petersen, fylgir lógin ikki við tíðini.
-Okkara lóggáva er frá 1956, og er ongantíð broytt síðan. Hon er 50 ára gomul, og hon trongist avgjørt til eina revidering. Tíðarandin er heilt øðrvísi í dag, og orðingarnar í lógini eru gamlar og standa ikki í mát við tíðarandan í dag, sigur Andrias Petersen.
Sjálvur tekur Andrias Petersen ikki undir við fríari fosturtøku, men sigur seg vilja hava skipað viðurskifti á økinum. Hann vísir á, at tað er neyðugt at halda seg veruleikan, at umstøðurnar eru øðrvísi í dag, enn tá lóggávan varð smíðað.
? Persónliga kenni eg hvørki nakran persón ella flokk, sum tekur undir við fríari fosturtøku. Vit liva í einum fríum samfelag, har vit eiga at hava virðing fyri einstaklinginum. Vit skylda kvinnunum ta virðing, at vit hava eina lóggávu, sum er tíðarhóskandi, og sum tryggjar trygg og skipað viðurskifti á økinum, greiðir Andrias Petersen frá.
Útalilsini hjá landsstýrismanninum eru alt annað enn heppin í samband við fosturtøkuspurningin. Andrias Petersen spyr seg sjálvan í hesum døgum, hvat tær kvinnur, ið hava tikið truplu avgerðina um fosturtøku, hugsa, nú tær nærmast verða gjørdar til at vera kriminellar. Hann heldur, at úttalilsini er at meta sum steinur oman á byrðu hjá teimum.

Bróta ikki lógina
Kommunulæknin í Norðagøtu er ikki nógv fyri brævinum, hann fekk sendandi frá Bill Justinussen. Andrias heldur, at kommunulæknarnir í Føroyum halda lógina, hóast landsstýrismaðurin sipar til nakað annað.
-Tað er eitt keðiligt tekin at senda okkum, at vit ikki halda lógina, og tað er taka sum eitt misálit. Eftir mínum tykki hava vit øll árini hildið lógina, og hevur Bill Justinussen ella landsstýrið ein trupulleika við mannagongdini, so kann Bill gera tvey ting. Hann kann fáa landslæknan upp í leikin, ið hevur eftirlitsmyndugleikin á økinum ella, at hann leggur uppskot í tingið um at broyta lógina, sigur Andrias Petersen.
Javnaðartingmaðurin er ikki samdur í tulkingini hjá landsstýrismanninum av fosturtøkulógini. Hann metir, at lógin er avgjørt ein tulkingarspurningur. Bill Justinussen hevur alment sagt, at fosturtøkur kunnu bert fremjast um talan er um neyðtøku ella heilsuvanda hjá kvinnuni, men hesum sjónarmiðjum tekur Andrias Petersen ikki undir við.
? Í lóggávuni stendur eisini um psykisku og fysisku støðuna hjá kvinnuni, og tá er støðan opin hjá kommunulæknanum, um hann velur at játta fosturtøkuna. Lógin er eftir mínum tykki formulera sum ein tulkingarspurningur, sigur kommunulæknin.

Onnur misunna okkum
Í blaðnum mánadagin vístu vit á, at sambært hagtølunum eru føroyingar langt niðastir, tá talan er um fosturtøkur í Norðanlondum. Andrias Petersen rør eisini framundir hesi tøl, og sigur at onnur lond misunna føroyingum fyri fáu fosturtøkurnar
? Føroyska lóggávan er restriktiv, men umsitin liberalt. Í samband við fosturtøkur eru kvinnurnar ofta í viðtalu hjá kommunulæknunum 2-3 ferðir, áðrenn endaliga støða verður tikin. Eg haldi, at lógin er væl umsitin, og tí ger Bill Justinussen fosturtøkurnar í Føroyum til ein trupulleika, ið als ikki er til staðar. Talan er um ein sonevndan falskan trupulleika, og hagtølini stuðla eisini tí, sigur Andrias Petersen.

Ikki av tilvild
Javnaðartingmaðurin heldur ikki tað verða av tilvild, at fosturtøkuspurningurin aftur er í hæddini
? Tað er ikki av tilvild, at fosturtøkan verður tikin fram júst nú. Hví skal landsstýrismaðurin senda bræv til okkum, nú tá fíggjarlógin er til viðgerðar? Tað er fyri at sløra fyri allar trupulleikarnar við fíggjarlógini, at málið er tikið framm júst nú. Tað er strategiskt frá samgonguni, at týdningarmikil mál sum fíggjarlógin fer í bakgrundina í fjølmiðlunum, og fjølmiðlarnir hoppa eisini upp á tað. Eg haldi bara tað er stórt spell, at so álvarsamt mál, sum fosturtøka verður nýtt soleiðis, tí tað er tað alt ov týdningarmikið til, sigur Andrias Petersen at enda