Neyðugt við fleiri kanningum

Hóast seinasta royndin hjá Magnusi Heinasyni á Føroyabanka gav nógvan tosk, heldur fiskifrøðingur, at neyðugt er við fleiri kanningum fyri at staðfesta góðu veiðina.

 

- Sum kunnugt hevur søguliga lítið verið at fingið av toski og hýsu í Føroyabanka síðan 2006, og Føroyabanki hevur verið friðaður síðan 2009. Í 2017 sást, at hýsan var komin fyri seg aftur, men meira striltið gekk við toskinum.

Á Havstovuni siga tey, at í yvirlitstrolingini í september 2019 vóru fyrstu ábendingarnar um, at toskurin á Føroyabanka var í ferð við at koma fyri seg aftur.

- Yvirlitstrolingin í mars 2020, sum júst er liðug, bendir á tað sama. Tikin vórðu 17 hál, sum hvørt vardi í ein tíma. Nøgdin av stórum og feitum toski var heili 12,2 tons. Hetta er ájavnt við miðal fyri árini frá 1996 til 2003, áðrenn fiskaloysið byrjaði.

Petur Steingrund, fiskifrøðingur, sum var kanningarleiðari á túrinum hjá Magnusi Heinason á Føroyabanka, sigur, at tað vóru trý hál, sum umboðaðu meginpartin av toskaveiðini á túrinum.

- Men, tað var eisini meira at fáa í øðrum hálum á kanningarferðini hesaferð í mun til í 2019, sigur fiskifrøðingurin, sum leggur aftrat, at neyðugt verður at fáa hetta góða úrslit á Føroyabanka hesaferð staðfest við fleiri kanningum.

##med2##