Eitt pláss í hvørji ketu var komið upp á pláss longu í gjárkvøldi. Landsliðsvenjarin kundi tá við vissu siga, at málverjin, stýrimaðurin í verjuni, liðformaðurin og álopsessið heilt víst byrja inni í kvøld. Men sambært Brian Kerr var rættiliga ógreitt við hinum sjey, og tað verður neyvan fyrr enn heilt upp undir dystarbyrjan, at seinastu avgerðirnar verða tiknar.
Símun byrjar ikki inni
Undan seinastu venjingini, sum var í dag, var Símun Samuelsen so mikið skaddur, at hann eftir øllum at døma ikki byrjar inni í kvøld. Harumframt er tað eisini ógvuliga ivasamt við Johan Troest Davidsen hjá NSÍ. Verjuleikarin hevur trupulleikar við knænum, ið eru so mikið álvarsamir, at endalig niðurstøðan viðvíkjandi honum ikki verður tikin, fyrr enn beint fyri dystarbyrjan í kvøld.
Aftrat honum hevur Jann Ingi Petersen drigist við ein skaða seinastu vikurnar, sum hevur havt við sær, at heldur ikki hann er í fullbirgur.
Hesir tríggir, saman við Gunnari Nielsen, byrjaðu allir inni seinast føroyska landsliðið var í eldinum. Tað merkir so, at tað verður eitt munandi broytt føroyskt landslið, sum fer á vøllin í Ljubljana í Slovenia í kvøld, sammett við tað liðið, ið spældi í Florence í Italia fyri góðum mánaði síðani.
Ivamál órógva
Øll hesi ivamál arga landsliðsvenjaran.
– Sum nú er má eg bíða eftir niðurstøðunum frá læknunum og fysioterapeutunum, og so sjálvandi eisini kanna eftir, hvussu leikararnir sjálvir føla tað. Men tað merkir eisini, at eg helst komi at bíða so leingi eg kann við at seta endaliga liðið, greiðir Brian Kerr frá.
Hevði alt gingið eftir hansara høvdið, so var liðið longu sett í gjárkvøldið, soleiðis at seinasta venjingin kundi brúkast til at arbeiða seinastu avtalurnar ígjøgnum.
Ikki optimalar umstøður
Og júst venjingarumstøðurnar hava, aftur hesaferð, arga venjingarnar hjá landsliðnum.
– Ógvusliga regnið hevur havt við sær, at vit ikki hava fingið alt tað, vit hava ætlað, burtur úr venjingunum. Haraftrat var tað okkurt smávegis roks fyrrapartin í gjár, soleiðis at vit ikki sluppu inn á lovaða vøllin, men máttu fara aðrar vegir, fortelur Brian Kerr, sum seinni í gjár hevði sínar menn á leikvøllinum, har spælast skal í kvøld.
– Hetta var ein góður vøllur og eitt gott stadion, metir landsliðsvenjarin. Talan er um ein spildurnýggjan tjóðarleikvøll, sum rúmar stívliga 16.000 fólkum. Leikvøllurin hevur bara einaferð áður hýst einum landsdysti, men tá var talan um ein venjingardyst. Hetta merkir so, at dysturin millum Slovenia og Føroyar í kvøld, er fyrsti landsdysturin av veruligum týdningi á Stožice Stadium.