Neyðugt við eyka eykasýning

Tað var beinanvegin útselt til eykasýningina av Seks í pyjamas á Oyrabakka í kvøld, og tí verður ein eykasýning afturat í kvøld

Tað var beinanvein útselt til eykasýningina av sekmtileikinum, Seks í pyjamas, sum verður á Oyrabakka í kvøld.

Klaksvíkar Sjónleikarfelag spælir í løtuni hendan leikin, og í vikuskiftinum høvdu tey fýra sýningar fyri fullum húsum á Oyrabakka. Samanlagt vóru næsta 1000 fólk til leikin um vikuskiftið.

Framvegis vóru tað fólk, ið ikki fingu atgongumerki, og tí varð avgjørt av hava eina eykasýning í kvøld klokkan 19.00.

Tey 250 atgongumerkini til hesa eykasýningina vóru seld alt fyri eitt, og tí varð avgjørt at hava eina eyka eykasýning í kvøld kokkan 22.00.

Tá vit tosaðu við Klaksvíkar Sjónleikarfelag á døgurða í gjár, vóru longu 100 atgongumerki seld til seinnu sýningina í kvøld.


? Hetta er ótrúligt

Higartil hava umleið 3.200 fólk sæð leikin, og talan er um best umtókta leikin hjá Klaksvíkar Sjónleikarfelag nakrantíð.

Einasti leikurin hjá sjónleikarfelagnum í Klaksvík, sum kann sammetast við Seks í pyjamas, er Landastrokið, sum varð spældur í 1982, tá fólk framvegis ikki høvdu fingið sjónvarp.

Men nú slær Seks í pyjamas øll met.

? Hetta er heilt ótrúligt, sigur Adelborg Linklett, sum er ein av leikarunum í leikinum, og sum hevur spælt sjónleik í nógv.

? Eg havi ongantíð áður upplivað slíkan áhuga fyri einum leiki, og nú ganga vit sum í einum rúsi av hesum, sigur hon.

Leikurin hevur fingið fram úr góð skoðsmál alla staðni, har hann hevur verið sýndur, og sýningarnar kring landið hava víst, at tað er ov mikið at flenna undir leikinum.

Um vikuskiftið fer Klaksvíkar Sjónleikarfelag til Suðuroyar at spæla Seks í pyjamas. Spælt verður í Royn-høllini í Hvalba fríggjakvøldið og leygardagin.