Neyðugt við einum nýgjum Osama bin Laden

Umleið 150 víðgongdir muslimar vóru í gjár uttan fyri amerikonsku sendistovuna í Oslo og mótmæltu tí umstrídda filminum um Muhammed profet. Tey spældu arabiskan tónleik og róptu ymisk slagorð.

-Obama, Obama, we love Osama, róptu tey millum annað og søgdu, at heiminum tørvar ein nýggjan Osama bin Laden.

Á Youngstorginum í Oslo mótmæltu umleið 3.000 muslimar filminum um Muhammed og profettekningunum hjá tí franska blaðnum Charlie Hebdo. Men hetta mótmælistiltakið var rættiliga friðarligt.

At tað franska blaðið prentaði tekningar av Muhammed fekk ta norsku løgregluna at styrkja vaktarhaldið uttan fyri ta fronsku sendistovuna í Oslo og tann franska skúlan í býnum, sigur NRK.