Neyðugt er við eykafólki til kappróður

- Tíðirnar eru vorðnar soleiðis, at neyðugt er at gardera seg við fólki, sigur Jógvan Emil Nielsen, sum er í nevndini í VÍF Kappróðri.

Jógvan Emil Nielsen er nýggjur í nevndini í VÍF Kappróðri, sum liggur undir VÍF. Men, hann hevur áður verið í nevndini og hevur verið við til at skipa fyri stevnu í Vestmanna.

 

- Størsta einstaka tiltak á fjarðastevnu, sum annars ber brá av eini hugnaligari bygdastevnu, er kappróðurin, og allir kappróðrarbátarnir hjá VÍF Kappróðri eru lutfalsliga nýggir, sigur hann.

 

Hann vísir á, at Havfrúgvin er við í barnaróðrinum, og her rógva bæði gentur og dreingir. Báturin er eisini mannaður við gentum í FM-kappingini millum 5-mannaførini. Fortuna, sum er 6-mannafar, er mannað við bæði kvinnum og monnum.

 

Seinnu árini hava víst, at neyðugt er við meira enn fullari manning til bátarnar, um rógvast skal alt summarið. Í VÍF Kappróðri eru tey tí farin at planleggja við eykafólki - ikki minst til barnamanningarnar.

 

Jógvan Emil Nielsen vísir á, at tað er vorðið alt meira vanligt, at børn fara út at ferðast saman við foreldrum um summarið og skulu tey, sum gjarna vilja rógva, ikki missa róðrar, er neyðugt, at eykafólk eru knýtt at bátunum.

 

Hann heldur, at hetta eisini er ein góður máti at venja børnini, soleiðis at eykafólk kanska eisini verða knýtt at bátunum, tá tey seinni fara at taka lut í FM-róðri.

 

- Tíðirnar eru vorðnar soleiðis, at neyðugt er at gardera seg við fólki, soleiðis at onkur er at traðka til, tá øðrum berst frá, sigur Jógvan Emil Nielsen.