TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá reportarin, Jóna Nicolajsen vitjaði lazerettið hjá G, sum er í einum bygningi hjá Varðanum í Syðrugøtu.
Har hitti Jóna sjúkrarøktarfrøðingarnar, Ingibjørg og Onnu, sum eru klárar at veita sjúkrahjálp, um fólk koma á gátt, sum hava tørv á tí.
Tær báðar vildu sleppa at uppliva G, og tí passaði tað fínt at kombinera tað við arbeiðið.