FAS
Seinasta tiltakið á Føroya Sjómannadegi í Klaksvík var mánakvøldið, tá Tommy Petersen, stjóri í FAS (Føroyska Altjóða Skipaskrásetingin), helt fyrilestur í hølunum hjá Eik Banka.
Stjórin greiddi frá, hvussu skipanin sá dagsins ljós, hvat er vunnið, síðan hon kom, og hvat vit kunnu vænta okkum.
Tommy Petersen segði, at 38 skip eru í FAS-skipanini, harav 30 eru úr Føroyum, men FAS hevur eisini samskifti við fleiri ymisk reiðarí, eitt nú í Svøríki, Noregi og Danmark
- Áhugin fyri FAS er stórur, og alt bendir á, at fleiri skip flyta í hesa skipa áðrenn langt um líður.
Skipaeftirlitið
Stjórin vísti á, at ein hornasteinur í FAS er Skipaeftirlitið, sum vegna veksandi uppgávur eigur at styrkjast. Tá skipatalið í FAS økist, eigur starvsfólkatalið á Skipaeftirlitinum eisini at økjast.
- Røkir Skipaeftirlitið ikki sínar uppgávur til fulnar og nógv skjótt, verður hetta ein beinleiðis veikleiki hjá FAS, segði Tommy Petersen.
Stjórin legði tó dent á, at Skipaeftirlitið hevur sera dugnalig fólk, men skal FAS-skipanin økjast, soleiðis sum politiskt ynski er um, er burturvið at skerja eftirlitið.
- Skipaeftirlitið og FAS eru hvør sínar skipanir, men hava eina sera umráðandi samvinnu fyri neyðini, um FAS skal hava áhuga úti í heimi. Hesin áhugi er ikki lítil eftir teimum fyrispurningum at døma, sum FAS fær.
Eitt, sum ger FAS áhugaverda hjá fremmandum brúkarum, er, at umsitingin og skipanin er lítil, og at tað tí er skjótt at fáa svar uppá ymiskar fyrispurningar.
Tá Tommy Petersen var liðugur við sína framløgu, var høvi hjá áhoyrarum at seta spurningar, og her vóru fleiri, sum bæði høvdu viðmerkingar og spurningar um FAS.
Nógv fólk, sum sigla undir FAS-skipanini og undir øðrum líknandi skipanum, vóru og lýddu á.
Vakti ans
Leggjast kann aftrat, at listarliga framsýningin hjá Hans Jacob Fuglø av modelsluppunum vakti ans í nýggja og snotiliga bygninginum hjá Eik Banka í Klaksvík.