Neyðugt er at kanna Føroyabanka

- Um neyðugt, má løgtingið sum hægsti myndugleiki skera ígjøgnum, so neyðugar fiskiroyndir kunnu gerast, sigur fyrrverandi ísfiskaskipari.

- Um eingin toskur er á Føroyabanka, hevur friðingin har verið ein ólukka fyri toskastovnin. Tá er mest sannlíkt, at millum annað nógv skøta og havtaska eru á Bankanum, og har er tað serliga havtaskan, sum kann vera ein hóttan móti øðrum stovnum.

 

Tað sigur Eyðun Hansen í Vestmanna, sum var ísfiskaskipari í fleiri ár, og sum fylgir rættiliga væl við gongdini á havinum. Hann vísir á, at tað ofta verður sagt, at einasti "predator", sum er nøkur verulig hóttan móti toski og hýsu, eftir at fiskurin er vorðin eldri enn t.d. tvey ár, er havtaskan.

 

- Fyrst má gerast ein verulig roynd at kanna, um tølini hjá Magnusi Heinasyni eru røtt. Eru tey tað, má ein ætlan gerast sum skjótast, so skøta og havtaska verða niðurfiskað á Føroyabanka, so toskastovnurin kann koma fyri seg aftur.

 

Eyðun Hansen vísir á, at ávísar tíðir fæst toskur ikki við línu - og aðrar tíðir ikki við troli. Hann heldur tí, at rættast hevði verið, um eitt línuskip/bátur, eitt snelluskip/bátur, ein trolari/bátur og møguliga ein garnabátur eisini, fóru á Bankan í nakrar dagar at royndarfiska og fyri at staðfesta, hvat er hent á Føroyabanka.

 

- Hetta mugu eisini vera skip, sum man veit eru von at fáa fisk, tá fiskur er til, og tað kann ikki bara setast eitt dato á, men neyðugt er at passa royndirnar bæði eftir veðri og árstíð.

 

Fyrrverandi ísfiskaskiparin vísir á, at Havstovan ger nógv góð arbeiði, men sum øll onnur gera tey eisini feilir, um tey ikki vilja, at onnur skip skulu fáa royndarloyvi á Føroyabanka.

 

- Eg haldi, at um tað gerst neyðugt mugu Fiskimálaráðið og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum geva royndarloyvi til nøkur skip, so greiða kann fáast á, hvat er hent við toskinum á Bankanum seinastu 10 árini.

 

Eyðun Hansen heldur, at um Fiskimálaráðið og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ikki vilja gera hetta, noyðast vinnunevnd løgtingsins og Føroya løgting, sum er okkara hægsti myndugleiki, at geva royndarloyvi til at fiska á Føroyabanka.