Hvat gert tú um dagarnar?
Eg havi egna fyritøku og koyri vørukoyring úr Havn inn í Eysturoynna. Tað er áhugavert, tí eg møti nógvum fólkum hvønn dag. Tað kann sjálvandi vera eitt sindur monotont at koyra sama túrin hvønn dag, men eg hugni mær. Eg skal jú hava smør upp á breyðið, tú veitst, skipskeks viðhvørt og kovboykeks viðhvørt.
Fólk kendu teg fyrr sum dólgin í sjónvarpinum. Kenna tey teg so enn?
Øll yvir 20 rópa dólgur eftir mær, men tey, sum eru undir 20, rópa bara Erling, politistur. Tað er øgiliga stuttligt, at tá eg koyri runt, standa børn fram við vegnum og heilsa upp á meg, tí tey kenna meg sum Erling, politist. Tey kenna bilin, tá eg komi, so tey eru øgiliga spent. Tað er stuttligt at uppliva.
Hvat dámar tær best, at vera Erling ella at spæla onkur annar?
Sjálvandi vil eg helst vera eg sjálvur, men tað er eisini deiligt at spæla onkur annar. Tað hevur ongar avleiðingar við sær. Tú kanst bara gera, hvat tú hevur hug til. Men skal eg velja í longdini, so velji eg at vera Erling Eysturoy.
Er skemt neyðugt fyri at taka broddin av álvaranum?
Ja, tað er tað. Lívið er ov álvarsligt til ikki at skemta. Øll hava brúk fyri at smílast og flenna, helst fleiri ferðir um dagin, og eg vænti eisini, at vit liva longri, um vit gera tað. Tað er eisini lættari at koma burtur úr álvaranum við skemti.
Hvussu var at skemta á Hotel Føroyum fyri jól?
Eftir steðg í fleiri ár var tað øgiliga gott at sleppa at upptraðka aftur. Móttøkan var góð. Eg tosaði nógv franskt, men tað løgna var, at fleiri komu og søgdu við meg, at eg dugdi øgiliga væl at tosa italskt. So segði eg, nei, nei, hatta var franskt, og tá svaraðu tey bara, at tað var líkamikið, tí tað var stuttligt.
Hvat helt tú um, at Jørgen Niclasen fór úr Uttanríkisráðnum
Um handan avgerðin hevði við sær, at talið á aðalráðum minkaði, og vit spardu eitt sindur av pengum, hevði tað verið fínt. Eg vænti, at øll vita, at valstríðið nú er byrjað, og avgerðin var ivaleyst ein partur av tí. Nú leyp Fólkaflokkurin avstað sum tann fyrsti, so nú mugu hinir flokkarnir finna upp á okkurt nýtt, sum ger mun og dregur veljarar at teimum.
Kundi tú hugsað tær at stillað upp til løgtingið?
Nei, tað hevði eg ikki tímað. Tú ert øgiliga útsettur sum løgtingspolitikari. Tey hava tað ikki altíð lætt, tí tey arbeiða nógv og fáa nógv oman yvir seg. Eg havi heldur ikki tørv á at fáa makt. Eg kenni eitt sindur til at vera almennur sum sjónleikari. Tað er ikki bara lætt.
Hvussu hevði tí býtt pengarnar í fíggjarnevndini?
Javnt!
Hevur tú nakrantíð staðið teg væl í ítrótti?
Ja! Í 2010 vann oldboys-liðið hjá HB fyri fyrstu ferð FM-heitið, og tað hendi sjálvandi, tí eg sjálvur vandi liðið. Eg eri errin av at hava skrivað meg í søguna á hendan hátt og vænti at fáa fleiri lið at venja.
Hvat hevur lívið lært teg?
Lívið hevur lært meg, at tú angrar bara tað, tú ikki gert. Eg hevði ivaleyst valt onkra øðrvísi útbúgvingarleið, um eg skuldi valt umaftur, men yvirhøvur angri eg øgiliga lítið. Eg eri væl nøgdur.