Ban Ki-moon, ST-aðalskrivari, boðaði í dag frá einum nýggjum átaki, sum hevur til endamáls at verja høvini í heiminum. Avbjóðingarnar eru fleiri so sum dálking, ovveiði og vandin fyri, at vatnstøðan fer at hækka nógv orsakað av veðurlagsbroytingum.
Aðalskrivarin segði, at ein nýggjur ST-sáttmáli um heimsins høv skal serliga leggja dent á tey høvini, sum eru í serliga stórum vanda. Hann segði, at summastaðni er talan um so stórar broytingar, at tað vendist ikki aftur.
Ban Ki-moon legði afturat, at enn hava vit ikki lagt nóg stóran dent á at kanna, hvørjar avleiðingar tað kann fáa, um broyting kemur í teir stóru havstreymarnar.