Fríggjakvøldið og leygardagin var svimjihøllin í Havn karmur um kapping fyri teir yngru svimjararnar og úr øllum ættum tustu svimjararnir til Havnar.
Tað er eisini spennandi hjá teimum smáu at sleppa at royna seg móti javnaldrunum úr hinum svimjifeløgunum.
Niðurstøðan eftir svimjikappingina er, um vit skulu trúgva nýggja venjaranum hjá Havnar Svimjifelag, at tað er neyðugt við meiri tekniskari venjing fyri teir ungu svimjararnar.
Í samanumtøku síni sigur Andreu Alain, at tað eru ov nógvar kolldømingar í bringusvimjing og í frivaldasvimjing, og tað eigur at vera gjørt nakað við. Annars heldur hann, at kappingin í høvuðsheitum var framúr góð, hóast hon var í longra lagi fyri tey ungu. Kappast varð í tríggjar ferðir tríggjar tímar, ella íalt níggju tímar yvir tveir dagar.
21 sekund fremstur
Sum vera man eru onkur merkisverd úrslit til eina slíka kapping. Í 200 metur frísvimjing fyri dreingir vann Jóan Petur Joensen úr Havnar Svimjifelag í tíðini 2.45,71 minuttir. Hann var ikki minni enn 21 sekund frammanfyri liðfelaga sín Jón Absalonsen, sum kom á mál í tíðini 3.06,65. í hølunum á Jón kom Ari av Rana í tíðini 3.07.70 og Tróndur Olsson, sum hevði tíðina 3.09,21.
Tað er merkisvert, at Jóan Petur býr ikki í Havn, men ferðast til Havnar at íðka sína ítrótt hvønn einasta dag, og tað ger tað enn meira merkisvert, at hann klárar seg so væl í kappingini við hinar svimjararnar.