- Øll, ið samskifta, finna skjótt útav, at tað at samskifta bæði klárt og týðiligt inniber nógv meiri, enn bara tey orðini sum verða nýtt, sigur bretski pastorurin Paul Scanlon, sum vitjar í Føroyum í mars mánaði.
Mikudagin 28. mars fer hann at undirvísa á einum skeiði í Frítíðardeplinum í Skálavík júst um samskifti.
- At samskifta, - tað er ein kunstur, sum krevur áhaldandi at verða mentur, slær hann fast.
Skeiðið ber heitið Masterclass in Communication. Út frá breiða innlit hansara í nýmótans leiðslu og samskifti, fer hann at vísa á týdninginum av at samskifta klárt og týðiligt.
Paul Scanlon er somuleiðis virkin rithøvundur, og hevur skrivað fleiri bøkur, ið eru umsettar til mong tungumál. Hann ferðast haraftrat nógv kring heimin bæði í USA, Asia, Suðurafrika og Europa.
- Vit síggja tað sum sum ein framíhjárætt at fáa Paul Scanlon til Føroya at geva íblástur, siga fyrireikararnir.
Meira fæst at vita um skeiðið á heimasíðuni hjá Frítíðardeplinum í Skálavík www.depil.fo ella á www.alm.org.uk/lifeachievers/