Í einum uppriti frá einum fundi seinasta týsdag millum Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum og stóru privatu partaeigararnar í Atlantsflogi, sum Sosialurin hevur fingið innlit í, standa fleiri heldur løgnar útsagnir frá vinnumálaráðharranum.
Uppritið, sum vit hava fingið innlit í, er skrivað av privatu partaeigarunum. Teir eru Arni Gunnarsson, leiðandi stjóri í Air Iceland, Petur Eiriksson, nevndarlimi í Atlantsflog og Adrian Noskwith, flogvinnuentreprenørur og størsti einstaki privati partaeigarin í Atlantsflogi.
Eftir hesi fundarfrasøgn at døma hevur Johan Dahl viðgingið, at tað var eitt mistak, at 2/3 av flogfelagnum ikki vóru privatiseraðir. Hann skal eisini hava sagt, at hansara egna meining er, at tað almenna skal keypa partabrøvini aftur frá privatu íleggjarunum.
Tá Arni Gunnarsson hevði tosað um orsøkina til at Air Iceland setti pening í Atlantsflog, og nevndi at synergieffektir og møgulig samanlegging kundi koma upp á tal, segði Johan Dahl, at føroyska stjórnin møguliga fór at keypa Air Iceland.
Almenna má seta pening í aftur
Umframt at føroyska stjórnin møguliga skal keypa Air Iceland, so skal Johan Dahl eisini hava sagt, at óansæð hvussu víkur og vendir, so verður neyðugt hjá tí almenna fyrr ella seinni at seta nýggjan pening í Atlantsflog, og at tí vil hann hava fult vald í felagnum.
Eisini skal hann hava sagt, tá Adrian Noskwith róði upp undir at Johan Dahl fer at kroysta leiðsluna frá gjøgnum nevndina, at hann einki kann gera við leiðsluna, og at tað er nakað, sum nevndin má taka støðu til. Tá Adrian Noskwith so hevur kallað Johan Dahl ein góðan politikarar sum aftursvar til hetta, so skal hann sjálvur hava sagt, at hann er »ein góður politikari og ein góður businessmaður«.
Vil verja sjófarleiðina
Ein av høvuðsorsøkunm til at Johan Dahl vil hava fult ræði í Atlantsflogi og at tað almenna skal eiga allan partapeningin í Atlantsflogi, skal sambært Johan Dahl eisini vera, at hann vil varðveita sjófarleiðina millum Føroyar og Danmark (Smyril Line, blm.), tí at tað er ein alneyðug farleið fyri landið.
Onga viðmerking
Tá vit ringdu til Johan Dahl at fáa viðmerking til hesi tingini, hann skal hava sagt við privatu partaeigararnar, segði hann seg als ikki vilja gera nakrar sum helst viðmerkingar til nakað sum helst viðvíkjandi Atlantsflog.
- Tað er eitt børsskrásett felag, og tí kann eg undir ongum umstøðum sum landsstýrismaður gera viðmerkingar til felagið í almenna rúminum. Teir politikarar, sum nú royna at loypa øði í grindina eru djúpt óseriøsir, og eg vil als ikki gera nakrar sum helst viðmerkingar, sigur Johan Dahl.