Skal ein ávísur bólkur í samfelagnum hava serliga verju, er tað neyðugt at nevna hann beinleiðis í revsilógini.
Tað staðfestir Páll Lassen, løgfrøðingur.
Tað eru mong sum halda, at tað er onki endamál í at nevna ávísar bólkar í revsilógini, sum tað er revsivert at gera seg inn á.
Tí halda tey, at grein 266-b í revsilógini er óneyðug.
Men Jógvan Páll Lassen staðfestir, at fyri at nakað skal vera revsivert, skal tað vera heilt nágreiniliga eyðmerkt.
Hann sigur, at fyri at nakað skal vera revsivert, skal tað sostatt beinleiðis verða nevnd í revsilógini.
- Revsilógin kann ikki siga, at siga, at tað revsivert at mála við ljótum liti-fyri at skera tað út í papp.
Tað má nágreiniliga útgreinast, hvat ein ljótur litur er.
Upp á saman máta má tað eisini vera nágreiniliga ásett í revsilógini, hvønn tað er ólógligt at tala ella skriva niðrandi um.
- Tí er neyðugt at teir samfelagsbólkarnir verða nágreiniliga nevndir, sum tað er revsivert at niðra í skrift og í talu.
Men Jógvan Páll Lassen sigur, at tað er sjálvandi ein politiskur spurningur, hvussu langt farast skal og, hvussu nógvir samfelagsbólkar skulu nevnast.
Í hondunum á løgtinginum
Tey eru nógv sum eru rættiliga trygg við, at tey samkyndu verða ikki tikin burtur úr grein 266-b í revsilógini aftur. Tað eru tey, tí tey halda, at revsilógin er donsk og at danskir myndugleikar fara at strika samkynd úr aftur lógini.
Hesi fólk høvdu grein í sínum máli - men bara til 1. mars í ár, tí tá varð revsilógin yvirtikin er er nú føroyskt málsøki burturav. Sostatt stendur tað nú fult og heilt til løgtingið at gera av, hvussu revsilógin í Føroyum skal vera. Tað verður tí Løgtingið einsamalt, sum ger av um samskynd skulu strikast í revsilógini, ella ikki og um brekað skulu fáa innivist í henni ella ikki.
Les eisini aðrar greinar í blaðnum um sama evni.