John Johannessen
Tórbjørn Jacobsen varð valdur sum nýggjur landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum, tí Tjóðveldisflokkurin ikki longur metti tað vera nøktandi, at Høgni Hoydal skuldi halda fram at umsita hesi málsøki umframt síni egnu.
Hetta ger formaður Tjóðveldisfloksins, Høgni Hoydal greitt.
Høgni Hoydal vísir á, at tað komandi tíðina er nógv arbeiði, ið skal gerast, bæði í sjálvstýrismálum og í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum. Tí hevði ikki borið til hjá honum at røkt sínar skyldur til fulnar.
Tá kanningin av Signari á Brúnni áður er drigin út, metti Tjóðveldisflokkurin tað ikki vera ráðiligt at rokna við, at hon fer at koma um fáar vikur, ein og lovað. Tí valdi flokkurin nú at heita á løgmann um at seta Tórbjørn Jacobsen sum nýggjan landsstýrismann.
Tjóðveldisflokkurin hevur áður lovað Signari á Brúnni, at hann skuldi koma afur í sessin sum landsstýrismaður, tá ein kanningin hevði reinsað hann. Men flokkurin metir rætt og slætt, at tað nú ikki ber til at bíða eftir úrslitinum av kanningini.
Høgni Hoydal sigur, at avgerðin er væl og virðiliga viðgjørd í flokkinum, og tí væntar hann ikki, at samstarvstrupulleikar fara at standast av henni.
Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum metir tað sum eina stóra avgerð, tá Signar á Brúnni valdi at fara frá fyri at vísa fyridømi, og hann er vísur í, at kanningin fer at reinsa hann.
Fleiri viðmerkingar vil Høgni Hoydal ikki gera til avgerðina.










