Óneyðugt at seta bann fyri plasti beint nú

Landsstýrið arbeiðir við málinum og tað skulu tey fáa frið til

Tað er óneyðugt hjá Løgtnginum at samtykkja at seta bann fyri at brúka vørum úr einnýtisplasti.

Tað er niðurstøðan hjá samgonguni nú Rættarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt eitt uppskot frá Javnaðarflokkinum um at seta bann fyri at brúka vørur úr einnýtisplasti, uttan á sjúkrahúsum, og aðrastaðni, har tað er neyðugt.

Meirilutin í Rættarnevndini, sum er Christian F. Andreasen, Erhard Joensen, Frimodt Rasmussen og Steffan Klein Poulsen, sum øll umboða samgonguna, vísa á, at landsstýrið arbeiðir við at seta ymisk tiltøk í verk fyri at minka um nýtsluna av plasti.

Hesi tiltøkini bygga á tilmælini í eini frágreiðing frá Umhvørvisstovuni um at avmarka dálking við plasti.

Eitt nú er ætlanin at gera tað lættari at at sleppa av við fløskur og einnýtisíløt úr plasti, og at seta tiltøk í verk, soleiðis at meiri verður endurnýtt.

Endamálið er eisini at minka nýtsluna av beriposum úr plasti, umframt at seta forboð fyri høglskálum úr plasti og at banna, ella í hvussu so er at avmarka, nýtsluna av einnýtis knívum, gaflum, skeiðum, tallerkum, súgvirørum og øðrum borðbúnaði úr plasti.

Tilømil er eisini um at seta tiltøk í verk ímóti at brúka vattpinnar og pinnar til ballónir, og at seta forboð fyri smyrsli við mikroplast í sær og dálkingin við spreingileidningum skal eisini avmarkast.

Tá ið landsstyrismaðurin longu er farin at arbeiða við uppskotum fyri at minka um dálkingina av plasti, heldur meirilutin í Rættarnevndini ikki, at tað er neyðugt at samtykkja uppskotið hjá Javnaðarflokkinum.

Minnilutin í Rættarnevndini, Ingilín D. Strøm, Hervør Pálsdóttir og Sirið Stenberg, sum øll eru í andstøðuni, halda framvegis, at tað er neyðugt at samtykkja uppskotið. Tey vísa á, at umleið 40 prosent av plasti, ið verður framleitt í Evropa, eru einnýtislutir, ið verða tveittir burtur innan eitt ár.

– Talan er sostatt um vørur við óavmarkaðari livitíð, ið verða framleiddar til at brúka einaferð í nakrar minuttir ella sekund.

 ­– Vit vita frá føroyskum kanningum, at tað er nógv plast í náttúruni, og at hetta er til ampa fyri sjófugl og annað djóralív.

– Høvuðsvinnur okkara dúva partvís upp á, at vit hava eitt tað reinasta havumhvørvið í heiminum. Tí er tað serliga umráðandi, at vit seta tiltøk í verk, ið tálma dálking av havinum og náttúruni, halda tey.

Tey vísa eisini á, at onnur lond hava longu sett bannið fyri at brúka einnýtisplast.

Frakland setti eina slíka lóggávu í verk í 2017, umframt at Kina, Kanada og Noreg fara at seta bann í ár.

Tvey tey næstu áratíggjuni verður framleiðslan av plasti tvífaldað, og metingar siga, at í 2050 verður meira plast enn fiskur í heimsins høvum, siga tey.