- Nú langtíðararbeiðsloysi hevur bitið seg fast, er neyðugt at hyggja nærri at tíðarskeiðnum, sum fólk kunnu vera í arbeiðsloysisskipanini. Tá Als varð broytt á sumri í 2009, og útgjaldið hækkaði, var samstundis avgjørt at lækka tíðarskeiðið, sum fólk kunnu vera í skipanini niður í 648 dagar. Hetta var møguliga rætt at gera tá, men støðan er ein onnur í dag, og tískil eigur stýrið at taka hetta mál upp av nýggjum.
Tað sigur Samtak á síni heimasíðu í dag.
Lagt verður aftrat, at tey mongu, sum detta úr Als-skipanini, kunnu søkja sær forsorgarhjálp hjá Almannastovuni, men fá eru, sum lúka treytirnar, og forsorgarupphæddirnar eru eisini so mikið lágar, at tað er trupult at fáa endarnar at røkka við hesum upphæddum.
- Um hugt verður nærri at arbeiðsloysinum, sæst, at stívliga 1200 fólk eru í skipanini hjá Als. Harumframt eru eini 300 aftrat, sum ikki fáa útgjald úr Als, antin tí tey ikki lúka treytirnar ella tí, tey eru dottin úr skipanini, so arbeiðsloysi í Føroyum er í veruleikanum eini 1500 fólk.
Samtak vísir á, at í løtuni eru 34 størv at søkja á www.starv.fo, so útlitini hjá nógvum av teimum arbeiðsleysu eru alt annað enn góð.
- Ásannast má, at Føroyar hava ávíst bygnaðarligt arbeiðsloysi, sum neyðugt er at taka í størsta álvara, soleiðis at arbeiðsleys fáa møguleika at førleikamenna og útbúgva seg til at taka av framtíðar avbjóðingum. Als ger í hesum sambandi eitt gott arbeiðið, men tørvur er eisini á at fáa skipaða vaksnamannalæru.
Sagt verður, at hóast ávís útlit eru fyri fleiri størvum í privatu vinnuni komandi tíðina, er ivasamt, um arbeiðsloysi minkar, tí sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri 2013, økjast almennar játtanir ikki í tráð við prís- og lønarvøkstur.
- Hetta fer óivað at merkjast aftur á almenna arbeiðsmarknaðinum, Eisini er óvist, um tær stóru almennu verkætlanir, sum fara í gongd, fara at geva fleiri arbeiðir her á landi, sigur Samtak í dag.










