- Á politiska víðvøllinum hanga somuleiðis myrkari skýggj enn áður. Eg haldi ikki at eg geri ov nógv av um eg sigi, at Fólkaflokkurin er í kreppu. Vit eru amputerað við einum tinglimi, og tað ger okkum rættiliga sárbar, eins og grannskoðaramálið gnagar okkum inn á bein, segði Annika Olsen.
Hon helt, at Image’ið hjá flokkinum er slitið, fyri ikki at siga følnað, sum bløðini á trøunum á hesum heystardegi. Ungdómurin hevur ilt við at síggja ein samleika við Fólkaflokkin.
- Sagt verður frá vinnulívsfólkið at tey hava ilt við at siggja vinnuliga kósina hjá flokkinum og miðstaðarøkið hevur tey seinastu árini vent tummulin niður til flokkin. Tað ber ikki til at tiga um hesir trupulleikar, tí sum eitt grønlandskt orðatak sigur: »tigur man um eitt spøkilsi, veksur tað seg størri«, segði Annika Olsen.
Sum flokkur er neyðugt at taka við læru av hesum ósigrum.
- Vit mugu broyta kósina, vit mugu pussa image’ið uppaftur, vit mugu finna samleika floksins aftur, vit mugu koma undóminum á tal, vit mugu modernisera okkum, og vit eiga at taka orðatakið til okkum í hesu truplu tið, at : »Man lærir lítið av sigrunum, men nógv av ósigrunum«, segði Annika Olsen.
Umhvørvi
Høvuðsevnið til hendan landsfundin er »Hvussu vit við borgarligum politikki fáa búskapin aftur á beint og samstundis tryggja vælferðina«.
- Hetta verður reyði tráðurin, nú eg skal greiða frá mínum málsøkið út frá einum borgarligum sjónarhorni, segði Annika Olsen.
Hon segði, at vinstrivongurin hevur tikið patent uppá umhvørvispolitikkin. Hetta patentið skal upphevast.
- Vit skulu raðfesta umhvørvispolitikkin hægri, og seta eina eyka dimensión á hann, nemliga við at tengja umhvørvispolitikk og ferðavinnu saman, sum í síðsta enda fer at betra um okkara búskap, segði Annika Olsen.
Hon segði, at eingin iva skal vera um, at føroyar hava eina fantastiska náttúru.
- Vit eru stolt av at vísa okkara vøkru fjøll, dalar og firðir fram fyri útlendum, ið koma higar. Men tað er nógv sum bendir á, at undir hesum estetiska vakurleika lúrur ein hóttan móti nátturuni, dálking, spillivatn, kemisk avfall við meira. Vit verða noydd til at fara skynsamt til verka og fyribyrja dálking av okkara nátturu. Hetta er ein av orsøkunum til, at eg setti kungerðina um spillivatn í gildi í fjør, sum setur krøv til kommunurnar um at fáa síni spillvatnsviðurskifti uppá pláss í seinasta lagi 2015, segði Annika Olsen.
Men hetta er ikki nóg mikið – farast má víðari.
- Vit mugu skipa okkara náttúru, og verja tey støð, teir náttúru blettar og støð við serligum lívfrøðiligum margfeldi. Her er lógin um náttúruvernd av serligum tydningi, sum eftir ætlan skal leggjast fyri tingið. Harumframt verður arbeitt við fleiri kunngerðum á umhvørvisøkinum, sum fara at tryggja okkum sterkari og reinari umhvørvi, segði Annika Olsen.
Ramsar økir
Føroyar hava tikið undir við fleiri altjóða sáttmálum, ið hava til endamáls at verja náttúru margfeldi. Men hetta tykist sum, at hetta bert er bringuprýði.
- Vit kunnu taka eitt nú Ramsar sáttmálan, ið hevur til endamáls at verja vatlendi og vøtn, har sjófulgur heldur til. Hendan sáttmálan tók Føroyar undir við í 1975, og eitt krav hesum sáttmála er at velja út eitt Ramsar øki, men enn hava Føroyar onki Ramsar øki valt út. Til stuttleika kann nevnast at Grønland hevur útvalt átta serlig Ramsarøki , segði Annika Olsen.
Ì hesum sambandi hevur Annika Olsen tikið stig til at fáa útnevnt nøkur Ramsarøki í Føroyum og hevur havt fund við heimligar aktørar umframt umboð frá Ramsar sektreatinum.
- Uppskot til Ramsar øki kunnu til dømis vera Skúvoyggin ella Mykines umframt øki her á Sandi sum í hesum høpi eru rættiliga áhugaverd, nemliga Mølheyggjarnar og Sandsvatn Tað at vit fáa útnevnt eitt Ramsar øki , er í stórum mun við til at strykja um náttúruvernd og lívfrøðiligt margfeldi í Føroyum, segði Annika Olsen
Umframt at tryggja umhvørvið fer hetta somuleiðis at vera við til at eggja ferðsfólkum hendan vegin.
- Ferðafólk seta størri og størri krøv til ferðamálini, at tilvitanin um umhvørvið er sterk. Tað hevur víst seg í Grønlandi, at ferðafólk í hópatali vísa áhuga fyri eitt nú Ramsar økjunum, segði Annika Olsen millum annað á landsfundi Fólkafloksins leygardagin.