Fær Landssjúkrahúsið ikki eina álvarsliga, fíggjarliga innspræning nú, fer tað at fáa óbótaligar avleiðingar fyri okkara høvuðssjúkrahús.
Hetta staðfestir ein frágreiðing, sum serfrøðingar hava gjørt fyri bygginevndina á Landssjúkrahúsinum.
Og tað er ikki hissini fíggjarlig innspræning, sum serfrøðingarnir meina við.
Tí teir siga, at tað er átrokandi neyðugt at játta landssjúkrahúsinum heilar 500 milliónir tey næstu árini, fram til 2010.
Hetta er peningur, sum bæði skal brúkast til útbyggingar, umbyggingar, viðlíkahald og ikki minst, til ábøtur.
Serfrøðingarnir siga, at tað er brúk fyri íløgum á Landssjúkrahúsinum upp á næstan 430 milliónir krónur tey næstu árini til útbyggingar, umbyggingar, viðlíkahald og til ábøtur.
Men harafturat verður varisliga mett, at tað er neyðugt at játta einar 75 milliónir til at lúka tey brunateknisku krøvini í sambandi við útbygggingina.
Hetta eru øgilig tøl, men so skal eisini vísast á, at aftaná útbyggingina, eru bygningarnir hjá Landssjúkrahúsinum heilar 48.000 fermetrar til støddar.
Tilsamans sigur nevndin, at hesi árini verður neyðugt at brúka runt roknað 208 milliónir til umvælingar og ábøtur, 109 milliónir til útbygging, 44 milliónir til umbygging og 68 milliónir til vanligt viðlíkahald.
43 milliónir næsta ár
Bygginevndin sigur, at hon hevði lagt ein langtíðarætlan fyri útbyggingini.
Í hesum fíggjarárinum hevði nevndin mælt til at seta 30 milliónir av til umbyggingina.
Men tað blivu bara 10 milliónir settar av.
?Næsta ár verður sostatt neyðugt at seta 43 milliónir av til útbyggingina fyri at tað skal kunna bera til at tryggja eina framhaldandi gongd í byggingini.
?Bygginevndin mælir staðiliga frá at toyggja útbyggininga longur enn til til, tí verður hon ikki liðug tá, fer tað helst at fáa álvarsligar avleiðingar byggikostnaðin, og ?aktualitetin í innrættingini og funktiónsloysnum?, sum nevndin málber seg.
Í sambandi við útbyggingina er tað eisaini neyðugt at umbyggja sjúkrahúsið sum er, fyri at fáa allar bygningarnar at virka sum eina heild, so at virksemið kann verða undir hóskandi umstøðum.
Bygginevndin sigur, at tað er neyðugt at fara undir umbyggingarnar, áðrenn útbyggingin er liðug fyri at arbeiðið ikki skal draga út og darva darva virkseminum á landssjúkrahúsinum.
-Bygginevndin ætlar, at umbyggingin skal byrja í 2002 og skal vera liðug í 2006.
Er afturútsiglt
Bygginevndin sigur, at tað er neyðugt at útbyggja Landssjúkrahúsið, tí, sum er, er tað ov lítið pláss til sjúkuavgerðir og til sjúkuviðgerðir.
Men tað er eisini ov trupult at hjá sjúklingum at sleppa til Landssjúkrahúsið.
Og umstøðurnar hjá bæði sjúklingum og starvsfólkum eru ótíðarhóskandi, samstundis sum plásstrotið forðar fyri rationaliseringum og forðar eisini fyri at fleiri serøki kunnu mennast.
? Økta vitanin og teknologiska menningin setur framhaldandi krøv til plássið á Landssjúkrahúsinum. Eitt nú krevja nýggir viðgerðarhættir størri skurðstovur og størri hjárúm, enn eru til taks í dag.
Orsaka av plásstroti, eru aðrar funktiónir spjaddar ymsastaðni í húsinum og tað er sera óheppið og óratonelt
Landssjúkrahúsið hevur heldur onga veruliga skaðastovu og er tí illa atkomiligt hjá viðskiftafólki.
? Sum er, nøkta hølini, sum eru til taks í dag, verri enn so tørvin, og sum er, ber tað hvørki til at rationaliserað ella at at dagføra funktiónirnar. Av tí sama er tað eisini tungt, fyri ikki at siga ógjørligt at byggja upp nýggj medisinsk øki, sum landsins borgarar áttu at havt atgongd til, sigur Bygginevndin á Landssjúkrahúsinum.
Stendur at rapa
Niðurstøðan hjá bygginevndini um standin, sum bygningarnir hjá Landssjúkrahúsinum eru í, kann ikki skiljast øðrvísi, enn, at tað rætt og slætt stendur at rapa.
Nevndin sigur, at bygningarnir eru kannaðir og úrslitið er, at støðan er so ring, at nakað munagott má gerast heilt skjótt, skulu teir ikki fara heilt fyri skeyti.
Og nevndin vísir á, at her er talan ikki um nakra nútímansgerð, men bara um at seta bygningarnar í nøkunlunda sama stand, sum teir vóru í, tá ið teir vórðu bygdir.
?Bygningarnir eru í flestu førum bygdir eftir útlendskari fyrimynd, men hesin byggiháttur er ikki hóskandi til tað føroyska veðurlagið. ? Og tá ið tað hartil er gjørt so lítið fyribyrgjandi viðlíkahald, eru bygningarnir nú nú í so ringum standi, at tað krevur stórar upphæddir at seta teir í stand.
Sjálvt Landssjúkrahúsið hevur brúk fyri umleið 58 milliónum til umvælingar, tænastubygningarnir hava brúk fyri 50 milliónum, psykiatrisku deildirnar hava brúk fyri næstan 40 milliónum, íbúðarblokkarnir fyri gott 50 milliónum og uttandura innleggingar hava brúk fyri góðum seks milliónum til umvælingar.
Og bygginevndin hevur eisini eina ætlan fyri, hvussu nógvan pening tað er neyðugt at seta av, hvørt av teimum komandu árunum.
Bæði næsta ár og í 2002, verður neyðugt við umleið 60 milliónum hvørt árið. Og í 2003 verður harafturat brúk fyri knøppum 60 milliónum.
Í 2004 verður brúk fyri 50 milliónum og í 2005 verður brúk fyri gott 40 milliónum.
Í 2006 verður brúk fyri 35 milliónum og í 2007 verður brúk fyri 30 milliónum. Í 2008 verður brúk fyri gott 20 milliónum, í 2009 25 milliónum og í 2010 verður brúk fyri 20 milliónum til ymsar íløgur á Landssjúkrahúsinum og til viðlíkahald.
Nevndin sigur, at her er ikki ein spurningur um eitt val um, at vit kunnu antin byggja út, ella umvæla.
Tað er neyðugt at gera bæði fyri at geva Landssjúkahúsinum hóskandi karmar og fyri at bygningarnir ikki skulu fara enn verri.
Lagt verður afturat, at um farið verður undir eina skipaða umvæling av bygningunum, kann roknast við, at viðlíkahaldsútreiðslurnar minka so hvørt sum bygningarnir verða settir í stand, inntil viðlíkahaldið er komið niður á eitt natúrlit støði og tá verður kostnaðurin nógv lægri enn hann er nú.
Men fortreytin fyri hesum er, at eitt fyribyrgjandi viðlíkahald verður sett í verk, sigur Bygginevndin.