Neyðugt at lóggeva rogn uppá land

Marjus Dam, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


Eg meti, at tað nú er neyðugt at lóggeva rogn, livur o.a.innmat av fiski uppá land, so hesi virðir verða virkaði heldur enn fara fyri skeyti.
Í smb við lógina um vinnuligan fiskiskap vísti m.a. undirritaði á, at Føroyar kunnu ikki liva við, at rogn, livur o.a. innmatur av fiski fyri 300 milliónir krónur verða kastaðar fyri borð hvørt einasta ár, samstundis sum virkir á landi ikki fáa arbeitt tað tey skulu, tí rávøra tørvar.
Um vinnan ikki fær at vita nú, at vøran skal flytast til lands og avreiðast, so fer t.d. øll rognasesongin aftur fyri skeyti komandi ár.
Tí er neyðugt at lóggeva hesi virðir uppá land í smb við lógina um vinnuligan fiskiskap, ið er til viðgerðar nú. Júst hvussu farast skal fram,kann tosast um. Men neyðugt er at lóggeva nú.
Eg, eins og føroyingar annars, kunnu ikki liva við, at arbeiðspláss møguliga mugu flyta av landinum, tí rávøran verður kasta burtur.
Her má nakað henda nú.
Um fiskimálaráði ikki ger nakað heilt ítøkiligt nú, so verður málið lagt fyri Føroya Løgting.