Tá Búskaparráðið í síðstu viku kom við sínum tilmæli um eina útjavningarskipan, tók tað støði í samgongusáttmálanum sum sigur, at innan eina passaliga tíð skulu gerast størri kommunalar eindir og at uppgávur skulu leggjast út á kommunurnar. Hetta fyri at tryggja eitt eins tænastustøði kring alt landið.
- Vit meina, at tað er ikki nóg mikið við størri kommunalum eindum. Vit meta eisini tað verður neyðugt við einari útjavning millum kommunurnar, sigur Jørn Astrup Hansen.
- Tað er ikki nóg mikið at leggja Sandoy og Suðuroy saman, har mugu pengar fylgja við. Annars ber ikki til hjá teimum at lyfta, eins og Tórshavn kann. Tað hevði verið gott at fingið eitt kjak um evnið, sigur Jørn Astrup Hansen.
Og tað hevur tað fyri so vítt longu gjørt, tí Heðin Mortensen hevur funnist hvassliga at uppskotinum hjá Búskaparráðnum.
- Eg haldi ikki, at Heðin Mortensen brýggjar seg um úrslitið. Eg havi ikki hoyrt hann sagt nakað beinleiðis ímóti sjálvari skipanini. Sjálvandi kann skipanin varierast, men vit hava valt eina ógvuliga einfalda skipan. At Heðin Mortensen so ikki líkar úrslitið er væl skiljandi, tí Havnin vil altíð verða nettogevari, og at Heðin Mortensen ikki líkar tað, kann man ikki siga hann ringan fyri, sigur Jørn Astrup Hansen.
Ov lítið og ov seint
Formaðuri í Búskaparráðnum heldur, at vit verða noydd at spyrja okkum sjálvi, um vit vilja hava eina tvístreingjaða skipan, tí so verður neyðugt at tryggja landspolitiskt, at man hevur kommunur, sum kunnu taka ímóti uppgávunum.
- Vit hava skotið upp eina einfalda skipan, sum er kend frá londunum uttanum okkum, sigur Jørn Astrup Hansen.
Hann heldur ikki, at tað hevur hepnast nakað serligt at leggja kommunurnar saman.
- Higartil eru vit bara komnir niður á nakrar og 30 kommunur, og tað er alt ov nógv. Samanleggingarnar eru alt ov tilvildarligar og hava tikið alt ov langa tíð. Eg vil siga, at meina vit nakað við arbeiðsbýtð millum land og kommunur, verður neyðugt at tryggja, at vit fáa nakrar burðardyggar kommunalar eindir. Og tað hendir ikki av sær sjálvum. Har má lóggevast á økinum, eri eg sannførdur um, sigur Jørn Astrup Hansen.
Hann sigur, at talan verður automatiskt um eina ávísa útjavning, tá tvær ólíkar kommunur leggja saman. Tað er eftirverandi útjavningin, sum má regulerast við einari millumkommunalari útjavningarskipan.
Búsetingarmynstrið í Føryum er so, at 40% av fólkinum býr í Havn, og so eru 60% eftir at flyta runt við. Skulu kommunurnar gerast fíggjarliga støðugar er neyðugt at talið kemur niður á 7 kommunur.
- Ynskja føroyingar at leggja náttúrligar kommunalar uppgávur út á kommunurnar, verður neyðugt, at hesar gerast fíggjarliga so sterkar, at tær megna at taka hesar uppgávur á seg, sigur Jørn Astrup Hansen.