Katrin Dahl Jakobsen sigur, at hugskotið um eitt eldraráð í Havn er ikki spildurnýtt, tí tað var longu nevnt i eldraálitinum, sum bleiv gjørt í 1999. Tá var altjóða eldraár hjá ST, og í hesum sambandi var nokk so fitt gjørt burtur úr eldraøkinum, men síðani tá er ikki hent so nógv meira sambært Katrin Dahl Jakobsen.
Sett í samgonguskjalið
Tá ið núsitandi býráðssamgonga í Havn gjørdist veruleiki tíðliga í ár, varð fest í samgonguskjalið, at eitt eldraráð skuldi fáast upp at standa.
- Tað hevur eisini nógv at siga, at tað er kommunan sjálv, ið hevur tikið stig til eldraráðið. Í Danmark er tað stjórnin, sum við lóg hevur kroyst eldraráðini oman yvir kommunurnar. Vit hava ístaðin sjálvi tikið stig til tað, og vit settu í hesum sambandi ein bólk av eldri fólk, sum gjørdi eitt uppskot til viðtøkur fyri eitt slíkt eldraráð, greiðir Katrin Dahl Jakobsen frá.
Forkvinnan í sosialu nevnd hjá Tórshavnar Býráð heldur, at um tað verður so, at kommunurnar skulu yvirtaka eldraøki frá landinum, so er tað ógvuliga umráðandi, at kommunurnar kunnu endurskoða økið saman við einum slíkum eldraráði, tí tá er best møguleiki fyri at rætta tað til eftir tørvinum hjá teimum gomlu, sigur hon.
Bert ráðgevandi
Í viðtøkunum fyri eldraráðið, sum arbeiðsbólkurin av eldri fólk hevur gjørt, stendur, at eldraráðið rágevur kommunustýrinum í øllum eldrapolitiskum spurningum og er bindilið millum teir eldru borgararnar og kommununa. Júst hetta leggur Katrin Dahl Jakobsen eisini áherðslu á:
- Eldraráðið er bert ráðgevandi, og tað kann ikki taka nakra politiska avgerð. Hinvegin kann tað geva okkum politikkarum viðkomandi upplýsingar og ráðgeving, tá ið avgerðir skulu takast viðvíkjandi teimum gomlu.
Júst hetta við viðkomandi upplýsingum og ráðgeving stendur eisini í viðtøkunum fyri ráðið Har stendur, at eldraráðið kemur við hugskotum og virkar fyri, at vitan og royndir hjá teimum gomlu verða virðismett og gangnýtt.
Val verður til eldraráðið í Havn tann 29 novembur, og tað eru bert borgarar, sum hava fylt 60 ár valdagin, ið hava valrætt. Veljast skulu fimm limir og fimm varalimir. Tey, ið ætla at stilla upp til eldraráðið, skulu geva skrivlig boð um hetta í seinasta lagi1. novembur kl. 16.00.