-Tað hevði ongantíð komið fyri, at ein hárfríðkanarstova ella svimjihøllin høvdu biðið Jóanis Nielsen lisið yrkingar upp, uttan at hann fekk pengar afturfyri.
Gissur Patursson hevur seinastu mongu árini havt fingurin á pulsinum, hvat føroyskum tónleikalívi viðvíkur. Hann er av teirra greiðu áskoðan, at vantandi virðingin hjá føroyskum fyritøkum mótvegis tónleikarum er orsøkin til, at tvídráttur hevur tikið seg upp millum Koda og føroyskan vinnulív.
-Eg kenni tað í ávísum førum so, at føroyskar fyritøkur nassa upp á tónleikarnar. Tað er gamaní hjá fyritøkunum aktivt at nýta tónleik fyri at viðskiftafólkini skulu kenna seg betur, men fyritøkurnar vilja kortini ikki rinda fyri tónleikin, og tað kann ikki vera rætt, sigur Gissur Patursson.
Hann heldur tað er ógvuliga harmiligt, at hugburðurin hjá føroyskum fyritøkum hevur verið, at "kodagjaldið er ein rokning, sum eg vil sleppa undan at gjalda", sum hann málber seg.
-Hatta er ein ótrúliga keðiligur hugburður. Vilt tú hava tónleik, so mást eisini rinda fyri hann. Í øllum øðrum Norðanlondum er tað ein sjálvfylgja, at fyritøkur, sum spæla tónleik gjalda pengar til koda, men hesin hugburður hevur ikki í nóg stóran mun vunnið frama í Føroyum, vísur Gissur Patursson á.
Vantandi upplýsing
Gissur Patursson vísir kortini á, at Koda í Føroyum eisini er noytt til at taka í egnan barm, hvat upplýsing viðvíkur. Vantandi upplýsingin er ein orsøk til, at Koda hevur so nógv mótstøðufólk millum føroyskar fyritøkur
-Vit mugu ásanna, at upplýsingin um Koda ikki er á so høgum støði í Føroyum sum aðrastaðni. Vit mangla snøgt sagt upplýsing, tí vantandi upplýsingin hevur við sær, at vanligi brúkarin, sum er vanur við at rinda fyri telefon ella streym, ikki vil rinda fyri tónleikin, sum verður spældur, hóast tað í roynd og veru átti at verið ein útreiðslu á sama stigi sum reingerð, streym og telefon hjá fyritøkunum, sigur Gissur Patursson.
Hann leggur afturat, at hóast langt er á mál er hugburðurin mótvegis Koda batnaður seinnu árini.
-Átøkini í svimjihylinum og hárfríðkanarstovunum er stig rættan vegin. Eg vóni vit koma enn longri í komandi ár, og vónandi verður tað ein sjálvfylgja um nøkur ár, at fyritøkur rinda fyri at spæla tónleik fyri viðskiftafólkunum, greiðir Gissur Patursson á.
Mynd: gissur
-Eg kenni tað í ávísum førum so, at føroyskar fyritøkur nassa upp á tónleikarnar. Tað er gamaní hjá fyritøkunum aktivt at nýta tónleik fyri at viðskiftafólkini skulu kenna seg betur, men fyritøkurnar vilja kortini ikki rinda fyri tónleikin, og tað kann ikki vera rætt, sigur Gissur Patursson.
Mynd: Savnsmynd