Óneyðugt at boða frá

Tá peningastovnarnir gjørdu av at steðga allari nýtslu av Visa Elektron um náttina, boðaðu teir ongum frá um broytingina

Í brúkarareglunum fyri hesi kortini stendur skrivað, at hesi kortini ikki kunnu nýtast sum úttøku- ella gjaldskort í tíðarskeiðnum frá klokkan 2 til 5.30. Sjálvt um hetta stóð skrivað í brúkarareglunum, var tað gjørligt at nýta kortini í hesum tíðarskeiðnum, og tað hava brúkarar og seljarar vant seg við.

Tá bæði brúkarar og seljarar hava vant seg við at kortini eisini kunnu nýtast um náttina, áttu tit so ikki at boða tykkara kundum frá hesi broytingini?

- Í hesum førinum hildu vit ikki at tað var neyðugt at boða frá hesum inntrivinum. Vit halda okkum bara til brúkaratreytirnar og tað, sum vit hava marknaðarført kortið við. Hasi kortini eru hóast alt opin 20 tímar í døgninum, og vit kunnu bara ráða okkara kundum til at taka kontantan pening út, áðrenn sjálvtøkurnar lata aftur, ella at altíð hava tvey ymisk kort á sær, skuldi annað ikki rigga, sigur Gunnar Nolsøe, deildarleiðari hjá Eik í Suðurstreymoy.


GEVIÐ GÆTUR

Í hesi greinarøð verður bert tosað við Gunnar Nolsøe, deildarstjóra hjá Eik í Suðurstreymoy sum umboð fyri peningastovnarnar. Men talan er also um allar peningastovnarnar í Føroyum, sum hava stongt fyri nýtsluni, og er tað tí ikki bert Eik Banki, at talan er um.