Prísurin á olju til fiskiskipaflotan í evropeiskum havnum er øktur umleið 240% síðan 2004 Fiskivinnukommiserurin í ES, Joe Borg, heldur, at aktuellu trupulleikarnir, sum fiskiflotin í ES er komin í, botna í bygnaðarligum ósambæri millum stødd av fiskiflota og burðardygga veiðu.
- Hesir trupulleikar eru bara vorðnir nógv størri av stóra vøkstrinum í oljuútreiðslunum seinastu árini.
Joe Borg vísir á, at prísirnir á olju til fiskiflotan eru øktir eini 240% síðan ár 2004.
Hann sigur, at skjót hjálp kann veitast til at bjarga og umleggja fiskiflotan, um hetta samstundis ger veiðina meira burðardygga.
- Vit fylgja væl við gongdini og royna at finna vegir til loysnir saman við vinnuni. Neyðugt er at gera fiskiflotan føran fyri at vinna á álvarsligu trupulleikunum og fremja neyðugu bygnaðarligu broytingarnar.
Joe Borg ásannar, at skeivar avgerðir eru ikki vegurin fram í eini slíkari støðu og vísir á, at eitt nú størri kvotur, sum onkur hevur mælt til, bara høvdu gjørt støðuna uppaftur truplari sum frá líður.
Hann heldur eisini, at møguligur oljustuðul hevði gjørt, at trupulleikarnir í fiskiskipavinnuni fara at halda fram, og at kollapsið hevði verið uppaftur størri, tá tað kemur.
Niðurstøðan hjá ES-fiskivinnukommiserinum er greið:
- Neyðugt er at gera okkurt nú fyri at umleggja fiskiskipaflotan, sigur Joe Borg.
Tað er heimasíðan hjá Danmarks Fiskeritidende, sum ber hesi tíðindi.