Loksins er fløgan frá ársins Prix Føroyar finaluni komin út. Á samkomu í 3´aranum segði Edvard Nyholm Debes frá Ùtvarpi Føroya, at fløgan er ein neyðug fløga.
?Hetta er eitt neyðugt tiltak og ein neyðug fløga. Fleiri av bólkunum høvdu annars ikki komið fram, sigur Edvard Nyholm Debes.
Tað er Útvarp Føroya, sum sjálvt stendur fyri at geva fløguna út.
?Vit verða ikki ríkir av hesum, tí hetta kostar nógv, men vit meta tað vera neyðugt, sigur Edvard Nyholm Debes.
Fløgan kallast Prix Krem, og er hetta tann triðja Prix Føroyar fløgan í røðini.
Hesa ferð hava teir seks bólkarnir tveir sangir í part við á fløguni. Allir sangirnir vórðu tiknir upp á Prix Føroyar finaluni 26. apríl, har Gestir sum kunnugt vunnu.