Klaksvík: Tað er ikki av ongum, at útreiðslurnar hjá Klaksvíkar kommunu eru nógv vaksnar síðstu fýra árini.
Tað er boðskapurin hjá borgarstjóranum, Steinbjørn O. Jacobsen, sum í eini grein í Norðlýsinum fríggjadagin greiðir frá, hvat tær øktu rakstrarútreiðslurnar eru brúktar til.
Varaborgarstjórin Jákup Mikkelsen hevur sagt, at útreiðslurnar hjá Klaksvíkar kommunu mugu tálmast, annars verður endin galin, og hann hevur víst á, at rakstrarútreiðslurnar vuksu úr 43 milliónum og upp í slakar 74 milliónir eftir fýra árum.
? Økti raksturin hevur sína greiðu orsøk, sigur Steinbjørn Jacobsen í sínum innleggi til kjakið.
Fólk fáa nakað fyri pengarnar
Borgarstjórin í Klaksvík vísir á nøkur øki, har undanfarni meirilutin setti sær nøkur mál og gjøgnumførdi tey.
? Tað sigur seg sjálvt, at tað kostar at geva borgarunum nakrar nýggjar tænastur, og so vaksa upphæddirnar á útreiðslusíðuni hjá kommununi. Men latið okkum í hesum sambandi ikki gloyma, at fólk hava fingið og framvegis fáa nakrar nýggjar ella bøttar tænastur fyri hesar øktu útreiðslur, sigur Steinbjørn O. Jacobsen.
Borgarstjórin nevnir útbyggingar í barnaansingini, vatnveitingini, renovatión, , skúlunum og annað, sum rakstrarpengar eru brúktir til seinastu fýra árini. Næstan helmingurin av vøkstrinum í rakstrarútreiðslunum eru til barnaansingina í kommununi, sum hevur verið raðfest høgt, og sum eisini nýggi meirilutin vil hava ovarliga á sínum lista.
? Sjálvandi skal eg ikki avvísa, at kommunan kann spara í rakstrinum, men eg vil samstundis peika á, at hetta í flestu førum vil merkja eina lækking í tænastustøðinum, og viðgerðin av slíkum sparingum eigur so undir ongum umstøðum at byrja í fjølmiðlunum, sigur Steinbjørn O. Jacobsen og sipar helst til nýggja varaborgarstjóran hjá sær, sum hevur tosað um at tálma raksturin.