Neyðug at vera fleksibul

– Tá marknaðurin er lítil, er neyðugt, at ein fyritøka er fleksibul, sigur stjórin í Multitænastuni á Sandi

SANDUR

Soleiðis, sum Fríði Nolsø greiðir frá í samrøðuni omanfyri, skilst, at hugskotið aftanfyri Multitænastuna er ein fleksibul fyritøka og veitari, sum kann taka á seg nógvar ymiskar og fjølbroyttar uppgávur.
- Vit arbeiða innan karmarnar av einum lutfalsliga lítlum marknaði, har uppgávurnar kunnu verða so ógvuliga ymiskar. Tað hevur verið okkara styrki hesi fimm árini, Multitænastan hevur verið virkin, at vit kunnu taka okkum av tí mesta, sum tørvur er á hjá fólki í oynni, sigur stjórin í fyritøkuni.

Dugnalig fólk
Fríði Nolsø er sera fegin um tey starvsfólk, hann hevur aftanfyri seg – heilt úr handlinum Ellubitanum, um Multitænastuna og til gólváleggjaran, sum arbeiðir fyri Multigólv.
- Uttan øll hesi dugnaligu fólk, hevði fyritøkuni ikki verið lív lagað, er stjórin sannførdur um.