Neyðtikið 3.000 ferðir

Eysturríkska løgreglan er nú liðug við ákæruritið ímóti Josef Fritzl. Tað er óhugnaligur lesnaður Seinni í vikuni verður ákæruvaldið í Wien liðugt við at orða ákæruritið ímóti Josef Fritzl, sum er skuldsettur fyri at hava havt dóttir sína sum fanga í 24 ár og fyri at hava fingið fleiri børn við henni.

Blaðið Österreich skrivar í dag, at ákæruritið, sum er einar 1.500 síður, er sera óhugnaligur lesnaður. Sum skilst verður Josef Fritzl ákærdur fyri burturflyting, neyðtøku, blóðskemd og møguliga morð.

Josef Fritzl hevur undir avhoyringunum viðgingið, at hann neyðtók dóttir sína Elisabeth fleiri ferður um vikuna tey 24 árini. Út frá hesum metir løgreglan, at talan var um einar 3.000 neyðtøkur, skrivar eysturríkska blaðið.

Tey brotsverk, sum Fritzl hevur viðgingið undir avhoyringunum, kunnu geva honum 15 ára fongsul.