Løgreglan stendur enn á berum í málinum um tríggjar neyðtøkuroyndir í Havn í fjør og í fyrrárið.
Tað staðfestir løgreglan fyri útvarpinum hjá Kringvarpinum.
Talan er um tríggjar hendingar, har ungar kvinnur vóru fyri neyðtøkuroynd og illgruni er um, at tað er sami maður, sum allar tríggjar ferðirnar legði á kvinnurnar, tí tilburðirnar líkjast
Fyrsta neyðtøkuroyndin var aftanfyri løgreglustøðina í Havn í juni í 2010, onnur var við Gundadalshøllina í juni í fjør og triðja neyðtøkuroyndin var í oktober á gøtuni av Konmansmýri oman á R.C. Effersøesgøtu.
Fyri jól var ein maður, sum varð sæddur á einum vakmyndatóli beint við ta einu neyðtøkuroyndina, til avhoyringar, men Kringvarpið sigur, at síðani er onki hent.
Løgreglan vil fegin frætta frá fólki, sum halda seg vita okkurt um hendingarnar.
Maðurin er mettur at vera um 20-25 ár, hann er vanliga bygdur, men sterkur. Seinastu ferð, hann royndi at gera seg inn á eina kvinnu, hevði hann stutt, ljósbrúnt hár, hann var í eini hvítari skjúrtu ella blusu við stuttum ermum og hann var í myrkum kovboybuksum.