Tríggir indarar, sum lesa verkfrøði, hava nú gjørt undirklæði til kvinnur, sum teir halda fara at hjálpa kvinnum móti møguligum neyðtøkumonnum.
Tað skrivar Time Magazine.
Undirklæðini hava gps-sendara, sum kann ávara løgreglu og foreldur, um okkurt óvanligt er áfatt. Haraftrat eru elektrotur bygdar í undirklæðini, sum kunnu senda út elektriskan stoyt.
- Ein maður, sum roynir at gera seg inn á eina gentu, fær sítt lívs størsta sjokk, tá trýstsensosurin verður aktiveraður.
Tað sigur ein av teimum lesandi, kvinnan Manisha Mohan, við blaðið.
Hetta kann hon róliga siga, tí el-spenningurin, sum talan er um, er 3,8 kilovolt - ella 3800 volt, meðan ein stikkkontakt vanliga hevur 220.
Sjóneyka varð rættiliga sett á trupulleikan við álopum á kvinnur í India, tá ein 23 ára gomul kvinna varð neyðtikin av fleiri monnum í einum bussi í desember.
Kvinnan doyði av løstunum, hon fekk.
Nú tíma hesi trý lesandi ikki at bíða meiri eftir, at myndugleikarnir í India skulu taka trupulleikan við neyðtøkum í álvara og eru tí sjálvi farin at leita eftir alternativum loysnum.