Neyðtøkumaður tikin

Bretska løgreglan hevur tikið ein 52 ára gamlan mann, sum er undir illgruna fyri meiri enn 100 álop og neyðtøkur tey seinastu 17 árini. Hansara offur hava verið eldri menn og kvinnur í London, og har bleiv maðurin tikin í gjár.

Rannsóknarmenn hjá Scotland Yard siga seg vera sannførdar um, at maðurin er sekur í minst 108 álopum og neyðtøkum, men at tað veruliga talið kann vera næstan 200.

Maðurin gjørdi seg bara inn á eldri fólk. Tað yngsta offurið var 68 og tað elsta 93, skrivar Reuters-tíðindastovan.