Neyðtøkumálið útsett

 

Stóra rættarmálið, har trý fólk eru ákærd fyri at hava framt neyðtøku á eina 17 ára gamla gentu, er útsett til 15. mei.

Tey trý, ein kvinna og tveir menn, eru í felag ákærd fyri at hava framt neyðtøku á eina 17 ára gamla gentu, og annar av ákærdu monnunum er haraftrat ákærdur í 32 øðrum tilburðum, harav 17 teirra eru um blygdanarskemd.

Upprunaliga skuldi dómur fella í málinum í dag, men málið er nú et nú útsett. Tó verður ein rættarfundur aftrat fríggjadagin.

Orsøkin er, at eitt av týðandi vitnunum hevur fingið forfall og fær ikki vitnað fyrr enn seinni. Vitnið var so mikið týdningarmikið fyri at upplýsa málið, at valt var at útseta endan av rættarmálinum til 15- til 18. mei, sigur Bjørk Maria Kunoy, ákærufulltrúi.