Neyðtøkumálið framvegis undir viðgerð

Málið um teir báðar italiumenninar, ið eru ákærdir fyri at hava neyðtikið ein 15 ára gamla norska gentu á einum gistingarhúsi í Havn, er framvegis undir viðgerð.
Menninir eru skuldsettir fyri neyðtøku og neyðtøkuroynd, og teir eru framvegis varðhaldsfongslaðir. Varafútin, Finn Ougaard sigur, at framvegis ber ikki til at siga nær málið fer fyri rættin, tí málið er framvegis undir viðgerð.
Italiumenninir eru varðhaldsfongslaðir til fyrst í september mánað.