Tann 69 ára gamli týskarin Adolf B kom í dag fyri rættin, har hann er ákærdur fyri at hava neyðtikið dóttur sína meiri enn 500 ferðir og fyri at hava fingið trý børn við henni.
Dóttirin, sum nú er 46 ára gomul, hevur greitt frá, at neyðtøkurnar byrjaðu, tá hon var 12 ára gomul, og at tær hildu fram tey næstu 30 árini. Adolf B hevur í rættinum viðgingið at hava havt samlegu við henni, men hann heldur uppá, at talan var ikki um neyðtøku.
Í týskum fjølmiðlum verður Adolf B umrøddur sum tann týski Josef Fritzl. Fritzl, sum er eysturríkari, hevði dóttur sína sum fanga í kjallaranum, har hann neyðtók hana og fekk sjey børn við henni.