Neyðsynjarbilur kolaðist upp

? Í gjárkvøldið klokkan 19.20 kom eldur í ein neyðsynjarbil hjá ambulansatænastuni. Ongin mannaskaða stóðst av ólukkuni, men bilurin kolaðist upp

 

Eldsbruni


Ein neyðsynjarbilur hjá landsjúkrahúsinum fór um hálvgum átta tíðina í gjárkvøldið upp í royk. Bilurin verður ikki nýttur til sjúkraflutning, men til flutning av ymsum øðrum. Bilurin fór so illa, at hann verður ikki brúktur aftur.

Orsøkin til eldin er ikki greið enn, men mistanki er um, at okkurt var galið við tí elektriska í motorinum, sigur vakthavandi á politigarðinum í Havn.

Nakrar trykkfløskur vóru í bilinum, og hædd var tikin fyri tí, sigur vakthavandi. Fløskurnar vórðu tiknar úr bilinum áðrenn tær elvdu til størri skaða.