Bjargingartænastan í Kanada hevur bjargað 26 fiskimonnum, sum vóru á komnir í neyð, tí ísurin, sum teir vóru á, var loysnaður frá landi.
Sjónvarpið CBC sigur, at ísflakin, sum teir 26 menninir vóru á, var ein góðan kilometur til longdar, og at hann loysnaði frá landi orsakað av nógvum vindi og rak út á Simcoe-vatnið í landspartinum Ontario.
Fimm av monnunum duttu í tað ísakalda vatnið, og ein teirra mátti flytast á sjúkrahús. Løgreglan sigur tó, at eingin fekk stórvegis skaða av tilburðinum.