Neyðsemja í USA

Í USA eru leiðararnir hjá Demokratunum og Republikanarunum komnir ásamt um eina avtalu, sum tryggjar, at tað almenna hevur ráð til at gjalda sínar útreiðslur. Harvið sleppur USA undan enn einari kreppu, sum hevði havt avleiðingar fyri nógv onnur lond.

Avtalan er ein neyðsemja, sum loyvir statinum at læna meiri pengar, og at tað almenna skal fremja munandi sparingar tey næstu tíggju árini. Danski USA-serfrøðingurin Niels Bjerre Poulsen sigur við DR, at báðir partar hava mist í avtaluni. Hjá Demokratunum er tað ein beiskur biti at svølgja, at sparingar skulu fremjast innan sjúkratryggingina, og hjá Republikanarunum er tað svárt at ganga við til at skerja útreiðslurnar til hermegina, sigur hann.

Avtalan er galdandi til 2013, og tað metir Niels Bjerre Poulsen vera ein sigur fyri Barack Obama, tí nú sleppur hann undan at stríðast við hetta málið í valstríðnum til forsetavalið næsta ár.