Neyðrakettir yvir Tórshavn

Tvær neyðrakettir hingu yvir høvuðsstaðin í kvøld. Eisini fólk í Rituvík sóu rakettirnar og boðaðu MRCC frá. Klokkan 23:11 í kvøld fekk politiið í Havn fráboðan um, at tvær neyðrakettir vóru at síggja yvir høvuðsstaðin. Um somu tíð fekk MRCC Tórshavn fráboðan frá fólki í Rituvík, sum eisini høvdu sæð neyðrakettirnar.

Áðrenn leitingararbeiðið av álvara fór í gongd kundi tó staðfestast, at talan var um falskan alarm.

- Eftir lotinum og ættini at døma eru neyðrakettirnar skotnar upp í loft onkustaðni uppi á Hálsi, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

Neyðrakettir røkka vanliga eini 300 metrar upp í loft og brenna umleið ein minutt. Rakettirnar duttu báðar niður yvir miðbýin, men hava ikki gjørt skaða, staðfestir politiið.

Endamálið við neyðrakettum er, at tær skulu vera eitt amboð at boða frá, um skip og bátar eru í havsneyð. Tí verður tað mett at vera sera álvarsligt at skjóta neyðrakettir í spølni.

Men enn hevur politiið lítlar vónir um at finna útav, hvør hevur skotið neyðrakettirnar, sum also hingu yvir Havnini í kvøld.