Beint eftir miðnátt nýggjársaftan, fekk løgreglan fráboðan um, at eitthvørt fýrverk var dottið niður á tekjuna á býlingshúsinum í Gillagøtu í Hoyvík. Vakthavandi sigur, at talan ógvuliga sannlíkt var um eina neyðrakett.
Sløkkiliðið varð eisini boðsent, og kom á staðið beinanvegin, men tá var fýrverkið slóknað av sær sjálvum, uttan at eldur var komin í ella at nakar skaði varð hendur.
Sløkkiliðið kannaði tó bygningin væl og virðiliga, og helt eyga við honum alla náttina.










