LÒGARVERK
Teir borgarligu úr Fólka- og Sambandsflokkinum gjørdu saman við teimum vinstravendu úr Javnaðarflokkinum at lóggeva maskinmeistararnar aftur til arbeiðis. Samgongan er samd, varð boðað frá. Í skrivandi stund hevur løgingsfundur ikki verið, men uppskotið varð beint niðan í tingið, og samgongan hevði avtalað, hvussu leikur skuldi fara.
Tað er synd at siga, at stemningurin var so øgiliga spentur uttan fyri fundarhølið, har landsstýrið hevði kvett verkfallið hjá maskinmeistarunum.
Grundgevingin hjá landsstýrinum er, at talan er um eina neyðstøðu í landinum orsakað av verkfallinum.
- Hetta er ein óvirðilig og ósømilig støða, sum vit ikki kunnu liva við, sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum setti hol á rokið, tá hann ikki vildi góðkenna sáttmálan millum maskinmeistararnar og SEV.
- Tað hevði verið betri, um partarnir sjálvir funnu eina loysn, ið landsstýrið kundi góðtikið. Men hesa støðuna kunnu vit ikki liva við, og tískil verða vit noyddir at leggja uppskot fyri tingið, sigur Bjarni Djurholm, virkandi løgmaður.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Sáttmálin framlongdur
Lógaruppskotið snýr seg í stuttum um, at verandi sáttmáli millum Elfelagið SEV og Maskinmeistarafelagið verður longdur til 1. desember. Sostatt fáa allir føroyingar aftur streym, men maskinmeistararnir fáa ikki meira enn tað sama í samsýning fyri veitingina.
Tað stendur beinleiðis staðfest í lógaruppskotinum, at arbeiðssteðgur, sum stavar frá ósemjuni skal halda uppat, og tískil noyðast maskinmeistararnir hjá SEV aftur til arbeiðis.
Sáttmálin kann í fyrsta lagi sigast upp til 1. desember. Ætlanin er at kunngera lógina á almennu útvarpsrásini, og lógin verður harvið sett í gildi.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Eitt null er eitt null
Maskinmeistararnir og SEV fingu greið boð frá landsstýrinum um at seta seg niður og finna eina loysn innan kl. 16 týsdagin. Men tað bar ikki til, og í roynd og veru vóru teir heldur ikki nærhendis einari semju. Tí tað einasta Bárður Nielsen sigur seg kunna góðtaka er ein null loysn við ongari lønarhækkan ella okkurt heilt nær tí.
- Tað er ikki pláss fyri nakrari lønarhækkan. Og tað er í prinsippinum líkamikið, um tey á privata arbeiðsmarknaðinum fáa eina lønarhækkan ella ikki. Landið klárar ikki eitt økt trýst á útreiðslunum, sigur Bárður Nielsen.
Landsstýrið vil ikki siga, hvør hansara støða verður í desember, tá maskinmeistararnir og SEV aftur skulu til samráðingarborðið.
Løgmaður hevur møguleikan at trumfa avgerðina hjá Bárði Nielsen, men hetta krevur, at løgmaður tekur málsøki frá landsstýrismanninum. Full semja hevur verið í landsstýrið um avgerðina hjá Bárði Nielsen.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Tingið kann gera skjótt av
Í skrivandi stund er uppskotið ikki samtykt á tingið. Vanliga taka tingmál í øllum førum eina viku at avgreiða, men í morgin verður væntandi øðrvísi. Seinastu ferð eitt tílíkt mál var fyri í løgtingið var í 1991, og tá tók málið einar sjey tímar at avgreiða.Tingfundir skulu setast og leggjast niður, soleiðis at málið kann leggjast fram, fara í nevnd og fara til fyrstu, onnur og triðju viðger.
Tingfundur verður settur kl. 16 við bert einum máli á dagsskrá - uppskot um at leingja sáttmálan millum SEV og Maskinmeistarafelagið.
Edmund Joensen, løgtingsformaður, sigur, at tingið kann velja at víkja frá vanligu mannagongdini, um tað er ein greiður meiriluti fyri hesum í tinginum.
- Um tingið vil, so kann málið avgreiðast sum reint formalia, sigur Edmund Joensen.
Súsanna Danielsen, stjóri fyri løgtingsskrivstovuna, sigur, at 3/5 partar av teimum møttu tingmonnum skulu samtykja at víkja frá tíðarfreistini. Samgongan eigur 21 av 32 tingmonnum, og tað er tískil nóg mikið til at víkja frá vanligu tíðarfreistunum. Ganga 3/5 partar av tinginum ikki við til at víkja frá tíðarfreistini, so fer málið í øllum førum at taka nakrar dagar at avgreiða.
Tað er sostatt avgerandi, hvussu sinnaðir tingmenn eru at avgreiða málið, og hvussu hugurin at siga sína hugsan av tingsins røðarapalli er.
Ætlanin er, at lógaruppskotið skal lesast upp í Útvarpinum so skjótt tað er samtykt, og tað harvið fær gildið beinanvegin.
Súsanna Danielsen sigur, at tey hava kannað málið, og tey meta, at hendan mannagongd kann nýtast, og harvið verður lógaruppskotið sett í gildi so skjótt tað er lisið á almennu útvarpsrásini.