Neyðlending miseydnaðist

Fimm fólk doyðu, tá hini 13 fingu skaða, tá eitt flogfar við fallskíggjafólki noyddist at neyðlenda í Ukraina í gjár.

Ukrainsku myndugleikarnir siga, at flogfarið mátti neyðlenda í Kiev-umráðnum, tí veðrið var so vánaligt, men tað er ikki greitt, hví neyðlendingin miseydnaðist.

-Nógvur vindur og nógv regn noyddu flogfarið at neyðlenda, men tíverri doyðu fimm fólk, og hini 13 fingu skaða, sigur Yulia Ershova, sum er talskvinna hjá myndugleikunum, við Reuters. Hon leggur afturat, at tey 13, sum fingu skaða, vórðu flutt á sjúkrahús alt fyri eitt.