Hóskvøldið 20. januar sendi sjónvarpið dokumentarsendingina “Hin nakni sannleikin” um føroysku gentuna
Victoriu Wild og um lívið hjá henni sum strippari í Keypmannahavn. Sendingin varð endursend sunnukvøldið kl. 22.00, og er nú løgd út á netið undir “Allar sendingar” hjá Kringvarpinum. Lagt til rættis høvdu Elin í Stórustovu og Bjarni Á. Rubeksen.
Nakað varð gjørt burturúr at boða frá sendingini frammanundan bæði í sjónvarpinum og í útvarpinum. Um sjálvt innihaldið í sendingini varð sagt í skránni hjá Kringvarpinum, at ætlanin var at lýsa menniskjað aftan fyri arbeiðið ella gerningin.
Øll sendingin, sum hon var, var ein harmasøga. Lívið hjá ungu kvinnuni hevur á ongan hátt verið lætt. Lýsingin, sum hon gav av lívinum hjá sær, var skelkandi: vantandi umsorgan og kærleiki, kynsliga misbrúkt, nógv svikin og sjálvmorðsroyndir. Við øðrum orðum: stórur umsorganarsvíkur.
Hví hetta var soleiðis, og hvørja hjálp Victoria hevði fingið í øllum hesum, segði “dokumentar”- sendingin einki um! Tvørturímóti! Eftir hesa kunningina frá Victoriu sjálvari, varð hon enn einaferð latin úr av SVF við at lýsa dagliga lívið og arbeiðið hjá Victoriu í myndum í góðum sensasjóns journalistiskum stíli.
Okkurt av brotunum, t.d. polterabend showið, fór út um alt mark. Brotið átti ikki at verið í SVF. Brotið var ikki bara óhóskandi fyri børn. Hatta var ikki hóskandi fyri nakran! Sjálvandi sigur onkur, at orðið “hóskandi” er relativt: tað, sum er hóskandi fyri teg er kanska ikki hóskandi fyri meg.
Uppgávan hjá sjónvarpinum er ikki í myndum at válka sær í lagnuni hjá menniskjum. Myndin talar meir enn túsund orð. Útvarp er ikki sjónvarp. Sjónvarpið er jú ein nógv, nógv sterkari miðil enn útvarpið.
Elin í Stórustovu, sum hevur gjørt nógvar áhugaverdar útvarpssendingar fyri ung – eisini við nógvum kontroversiellum evnum – roynir seg nú eisini við sjónvarpsmiðlinum.
Tað er rætt at gera dokumentarsendingar. Men tað er óheppið og skaðiligt við niðurgerandi og nærgangandi myndum, sum hava ringa ávirkan, og einki gott at bera. Sjónvarpssendingin átti at verið meira redigerað, soleiðis at persónurin var meira viðgjørdur og myndirnar ikki so áleypandi.
Sjónvarpssendingin “Nakni sannleikin” er uttan iva beiski veruleikin. Men spurningurin er, hvussu vit skilja veruleikan, og hvør setir dagsskránna fyri veruleikan, tá ið tað er talan um at lýsa veruleikan í almennu miðlunum. Ein áhugaverdur spurningur er eisini, hvar markið gongur millum dokumentar og undirhald, um í heila tikið nakað mark er!
Kringvarpsstjórin hevur ábyrgdina av dagligu skránni hjá Kringvarpinum og kringvarpsstýrið hevur yvirskipaðu ábyrgdina av virkseminum hjá Kringvarpi Føroya.
Í lógini um Kringvarp frá 2006 verður m.a. sagt:
”Kringvarp Føroya hevur skyldu til at útvarpa (sjónvarpa) sendingar, ið fevna um tíðindi, upplýsing, mentan og undirhald. Kringvarp Føroya skal í programmvirkseminum leggja dent á upplýsingar- og talufrælsi, sakliga og óhefta upplýsing og eitt fjøltáttað tilboð, sum varðveitir og fjálgar um mál, mentan, átrúnað og siðalæru føroyinga.
?Kringvarp Føroya skal ansa eftir, at sendingar ikki kunnu skaða likamligu, sálarligu og siðalagsligu menningina hjá børnum og ungum undir lógaldri, eitt nú við ónærisligum ella ógrundaðum harðligum innihaldi.
?Sendingarnar skulu ikki á nakran hátt elva til mannminkan, harðskap ella hatur orsakað av húðaliti, kyni, átrúnaði ella tjóðskapi.”
Lurtarar og hyggjarar hava krav upp á virðiliga viðferð. Tað eiga stjóri og stýrið at leggja sær í geyma. Vit gjalda, men hava einki at siga uttan at gera vart við viðurskiftini, mótmæla og skriva lesarabrøv.
Uni Næs?, formaður í Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag og varalimur í kringvarpsstýrinum